Altíð havt stóra virðing fyri myndum

Í ár eru liðin 35 ár síðan fyrsta føroyska myndaárbókin kom út. Talan er myndaábókina  árið ið fór, sum Hjalti Skaalum í Havn ritstjórnaði og gav út. Bókin varð givin út árini frá 1970-1980

Í sambandi við at 35 ár eru liðin síðan tann fyrsta av teimum væl umtóktu myndaárbókunum  árið ið fór, varð givin út, greiðir Hjalti Skaalum, sum ritstjórnaði og gav bøkurnar út, frá um hugskotið aftan fyri hesar bøkur.

Hvussu kom hugskotið til at gera myndabókina "Árið ið fór"?. "Eg var búðsitandi í Keypmannahavn í sekstiárunum. Í 1967 byrjaði eg at gera skrapbók (útklipsbók) við myndatilfari og teksti um hendingar av ymiskum slag - eisini úr Føroyum.

Tann fyrsta greinin eg klipti út var um eina hending í Føroyum. Tað var, tá "Smyril", sum bygdur var á Skipasmiðjuni, fór royndartúr. Hetta var í februar 1967. Ein mynd, sum sýnir Smyril fara skúmandi úteftir Nólsoyarfirði, var saman við greinini.

Eg abonneraði upp á Dimmalætting tey seinni árini, eg búði í Keypmannahavn, so á tann hátt kundi eg fylgja við hvat hendi í Føroyum, og tað var skjótt at ymiskt áhugavert tilfar kom í skrapbók mína.

Í Danmark kom á hvørjum ári út ein myndaárbók (ella hefti) "Året i billeder" við umleið 100 síðum við myndum og teksti, har størsti dentur var lagdur á myndatilfarið (situatiónsmyndir) við einum stuttum teksti.

Tað kom fyri, at okkurt smávegis tilfar var um hendingar í Føroyum - ein ella tvær síður. Tá helt eg við mær sjálvum, at tað má henda okkurt meira í Føroyum enn tað, sum pláss var til í hesi bók.

Í oktober 1968 fluttu vit aftur til Føroyar. Eg gjørdi framvegis "skrapbók", men nú lá betur fyri at savna føroyskt tilfar burturav. Samstundis føddist so tankin um at gera eina føroyska myndaárbók eftir sama "konsepti" sum tann danska.

Eg byrjaði við at kanna, hvat myndatilfar var at finna hjá føroysku bløðunum. Fyrst fór eg til Dimmalætting, har eg hitti Flemming Samuelsen, sum hevði við myndatilfarið hjá Dimmu at gera. Hann var sera hjálpsamur, og hjálpti mær við tí fyrsta myndatilfarinum.








Treytin fyri at kunna framleiða eina myndaárbók til ein rímuligan prís, var tann, at møguleikin fyri "offsettprenting" var til staðar og tílika útgerð hevði blaðið "14. September" útvega sær stutt frammanundan. Fyrireiking til offsettprenting var í stuttum avfotografering av tí tilfarið, sum skuldi prentast.

Myndirnar vóru positivar og fingu tað stødd, sum ætlanin var frammanundan. Síðan vóru tær límaðar uppá eitt ark, sum hevði støddina á síðunum áteknað við t.d. 8 síðum. Teksturin, ið helst skuldi vera stuttur og greiður, var somuleiðis límaður omanfyri ella niðanfyri myndina, ella soleiðis sum plássið á síðuni nú einaferð var. Síðan var alt avfotograferað og eitt negativ framleitt. Hetta negativið varð síðan gjøgnumlýst niður á eina offsettplátu, har myndir og tekstur vóru "etsað" niðurá. Offsettplátan varð síðan fest á ein vals, og klárt var at prenta.

Kalmar Lindenskov, sum tá starvaðist á "14. September", stóð fyri hesum arbeiðinum.

"Árið ið fór" 1970 varð fyrsti árgangur, sum varð útgivin. Eg savnaði tilfar saman ígjøgnum alt árið 1970 og redigeraði hetta til uml. hálvan november. Ætlanin var so, at umleið hálvan desember skuldi árbókin verða í sølubúðunum.

Hetta var tann fyrsta bókin av sínum slag í Føroyum, og tá hon endiliga - eina viku seinkað - kom út í umleið 2000 eintøkum, gekk hon sum heitt breyð. Øll eintøkini vóru seld fyri jól, men tað eydnaðist at fáa prenta nøkur eintøk aftrat millum jól og nýggjár, soleiðis at tørvurin varð nøkunlunda nøktaður tað árið. Tað var gleðiligt at uppliva tílika móttøku av bókini, og gav hetta íblástur til at halda fram í nøkur ár aftrat.


Tað var hugurin til at gera árbókina, sum dreiv verkið, tí tað var ikki tann stóra úrtøkan upp á ársbasis. Tann føroyski marknaðurin er sum kunnugt ikki nóg stórur til, at tað loysir seg fíggjarliga við tílíkari myndabókaútgávu, men tað var ein ávísur "spenningur", við at gera bókina, tí eg kom í samband við sera nógv áhugaverd fólk tey 11 árini, eg gjørdi myndaárbókina.

Tilfarið til bókina fekk eg fyrst og fremst úr tíðindabløðunum - bæði myndir og frágreiðingar, men eg fekk eisini ein part av myndatilfarinum frá fotografum og privatfólki.

Sjálvur tók eg eisini myndir til árbókina, tá tað bar til, ella tá eg var á staðnum, har nakað hendi. Mær hevur altíð dáma væl at taka myndir, sum kunnu hava ein søguligan týdning. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri myndum, tí ein mynd ímyndar eitt eygnabragd, sum ongantíð kemur aftur", sigur Hjalti Skaalum.

Útsøluprísurin fyri fyrstu bókina í 1970 var kr. 12,50, og tann seinasta kostaði kr. 29,50 í 1980. Myndaárbókin var tann fyrsta av sínum slagi, og ongar slíkar bøkur eru gjørdar síðan. Árið eftir, í 1971, kom myndablaðið Eygað, og seinni komu t.d. myndabløðini: Nú, Magn og Kolon.