Alt greitt hjá Røkke

Viðurskiftini ímillum norska ríkmannin Kjell Inge Røkke og teir, sum eiga pengar til góðar hjá honum, eru nú komin í rættlag, skriva norsk bløð.

Tann seinasta forðingin var franska frálandavinnufyritøkan Technip-Coflexip. Fyritøkan átti 70 milliónir krónur hjá Røkke, sum hon skuldi hava í september, og sum hon nú hevur fingið. Herfyri eydnaðist Røkke at fáa eina avtalu við norska felagið Orkla, sum eigur 600 milliónir krónur til góðar hjá Røkke. Eftir avtaluni skuldi felagið hava 150 milliónir krónur nú, og pengarnar hevur felagið nú fingið.

Kjell Inge Røkke hevur verið rættiliga kroystur í seinastuni, og fyri stuttum noyddist hann at selja privata flogfar sítt fyri at rinda skuld. Stjórin í Røkke-felagnum Aker RGI, Leif-Arne Langøy, sigur við Aftenposten, at nú eru øll viðurskiftini komin í rættlag.