Altíð gott at vinna

Mest eyðsýndi spælarin hjá Tjaldri í Vági var vágbingurin, Guðrun í Lágabø, sum stóð ein branddyst í málinum og stig fyri stig pilkaði VB-kvinnurnar niður – ikki minst, tá tær vóru púra fríar.

– Tað kennist altíð gott at spæla í Vági, tí her eru kend andlit og spælarar, man hevur spælt saman við. Men tað er altíð gott at vinna, sigur Guðrun í Lágabø, ið heldur, at størsti trupulleikin hjá VB var, at tær ikki megnaðu at spæla saman sum eitt lið.

– Ein spælari sum Daiva fekk slett ikki tað burturúr, sum hon plagar. Men eg haldi, at vit høvdu munin í dag og vóru klárt betri. Nú verður tað spennandi, sjálvt um oddsini ikki eru so góð. Men vit fara at kempa fyri tí.

 

hil