Alt gekk upp í 23

ÍtróttarSosialurin: HB er FM-vinnari, hondbólturin er ringur at rokna og útisetar gera um seg

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, er drúgv frásøgn frá FM-veitsluni í Klaksvík. Talið 23 gongur aftur í tí mesta. – Alt gekk upp, sigur nummar 23 hjá HB. Les eisini spælarametingarnar frá dystinum og um Símun Samuelsen, sum følir seg sum Jesus.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Í hondbóltinum er einki skil á úrslitunum. Tað ber slett ikki til at rokna út, hvør fer at vinna á hvørjum. Tað prógvaðu úrslitini um vikuskiftið. Eitt av liðnum, sum hevur fingið eina góða byrjan er kvinnuliðið hjá H71. – Vit eru eitt ár eldri, og eitt ár betri, sigur Maria H. Weyhe.

 

Føroysku fótbóltsútisetarnir gera av álvara um seg. Ikki færri enn tríggir føroyskir áelyparar í útlendskum feløgum skoraðu um vikuskiftið. Lesa millum annað samrøðu við Jákup Thomsen, sum hevur skotið mál í seinastu dystunum.

 

Í blaðnum í dag er eisini liðið hesa vikuna, fimm spurningar, klumman og annað.