Alt gekk galið hjá VÍF

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Agnas Olsen taka samanum 26-37 (14-18) tapið hjá VÍF ímóti Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Agnas Olsen hjá VÍF, aftaná 26-37 tapið hjá VÍF ímóti Neistanum á heimavølli í Vestmanna. Tapið var eitt afturstig fyri vestmannakvinnur, sum kappast við Neistan og Kyndil at koma í steypafinaluna.

 

- Alt gongur galið hjá okkum, einki riggar. Størsta frágreiðingin er, at liðið hjá okkum er als ikki tað sama, sum tað var við kappingarbyrjan, staðfestir Agnas Olsen.

 

- Tá vit so einaferð koma til opnar málmøguleikar, so brenna vit, sigur ein vónbrotin Agnas Olsen í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.