Stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen er hvørki til at høgga ella stinga í, tá tað snýr seg um at fáa alment innlit í mál, sum hava við samráðingar millum oljufeløg og Jarðfeingi at gera. Sosialurin og Rás2 hava roynt at fáa alment innlit í sáttmálasamráðingarnar millum BP og Jarðfeingi.
Vit hava spurt Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi enn einaferð, hví almenningurin ikki kann fáa at vita orsøkina til, at BP ikki boraði djúpri á Williamleiðini. Áðrenn BP fór undir at bora varð kunngjørt, at borað fór at verða niður á 4750 metrar. Tað endaði kortini við at borað varð niður á 3350 metrar tvs. 1400 metrar stytri enn sagt varð frá frammanundan. Spurningurin, sum hevur verið reistur í Sosialinum fleiri ferðir, hevur enn ikki fingið nakað nøktandi svar.
Petur Joensen sigur, at tey handfara allar upplýsingar í sambandi við BP boring og onnur arbeiðsprogramm, við størsta varsemi, og tað ynskja oljufeløg eisini. -Um tað hevði verið alment innlit í tey málini, so tori eg ikki at hugsa tankan lidnan. Alt fundamentið, sum vit byggja alt á, hevði farið totalt í smildur.
Petur Joensen hevur eisini spurt seg fyri hjá norsku oljumyndugleikunum, hvussu teir bera seg at í slíkum máli. Tey hava tvey sløg av loyvum. Útbjóðingar, sum eru fyri búnað øki, og tey eru sera standard, og har er tað innlit í. Men fer man til nýggj øki, sum verða bjóðað út, og har tað verður samráðst einsæris, har lata tey ikki upplýsingar út. Júst við teimum somu argumentunum, sum vit hava brúkt, nevniliga at tað verður sera trupult at fáa upplýsingar frá feløgum, og tað undirgevur teirra samráðingarstøðu, tí at feløgini fara at brúka tað aftur ímóti myndugleikunum.
-Vit merkja tað eisini her uppá ymsar mátar, at feløg halda seg hava hoyrt okkurt, sum er avtalað um eitt ella annað, so koma tey og ynskja tað sama. Tað kann vera meira ella minni hald í tí tey hava hoyrt. So tað verður ein sera ring støða, skal man til at geva alment innlit í hesi málini.
Vit hava eisini spurt Sigurð í Jákupsstovu, sum var stjóri á Jarðfeingi, tá avtala varð gjørd við BP um at bora ein basaltbrunn, hví teir eftir øllum broyttu mannagongdina at bora niður á ávíst dýpi til at bora ávíst tal av døgum.
-Eg havi ikki loyvi til at úttala meg vegna Jarðfeingi, nú er eri í farloyvi. Vit skilja tó á Sigurð í Jákupsstovu, at Jarðfeingi roynir altíð at gera tað, sum er best til eina og hvørja tíð.
Sosialurin skilur annars á øðrum keldum vit hava tosað við men sum ikki vilja endurgevast, at tað er ikki vanligt, at man almannakunnger upplýsingar, sum bara viðkoma oljufeløgunum. Leiðslan á Jarðfeingi hevur trúnaðarskyldu yvirfyri oljufeløgum. Men sum skilst so eru støðurnar ikki altíð líka, tá myndugleikar samráðast við oljufeløg um at bora. Samráðst verður út frá tí støðu, sum er galdandi júst tá. Og Jarðfeingi má oftani eisini taka atlit til onnur og nýggj viðurskifti, soleiðis at allar avtalur vera ikki eins. Jarðfeingi skal, sigur keldan víðari, hava eitt rationelt forhold til øll oljufeløg, soleiðis at øll feløg skulu kenna seg trygg við, at teirra viðurskifti verða viðgjørd.










