Alt frá ræðu- til barnafilmar í Norðurlandahúsinum

TÓFF (Tórshavn Film Festival) byrjaði í dag við áhugaverdum sýningum í Norðurlandahúsinum. Hetta er annað árið á rað, at føroyski filmsfestivaluin, sum er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið og Tórshavnar Kommunu er á skrá.


Uttan at taka nakað fram um eitt annað, so kann nevnast, at teir fimm filmarnir, sum verða vístir mánadain eru Heartstone, Flugufangarin, Foreldur, Samablóð og Little Wing.

 

 

Finska Selma Vilhunen vann Norðurlendsku Filmsvirðislønina fyri filmin Little Wing, sum á ein ævintýrkendan hátt lýsir eitt stríð hjá einari einligari mammu. Við realistiskum frásøgustíli fortelur Selma Vilhunen søguna um 12 ára gomlu Varpu, sum er í holt við at gerast vaksin, meðan mamma hennara hevur trupult við at gerast vaksin. Selma Vilhunen vitjar í Føroyum í samband við sýningina.

 

 

Eisini kann nevnast, at Leygardagin 3. mars er Barnabio og børnini fáa teirra heilt egna biograf í Dansistovuni. Stuttfilmirnar: Drops, Platy og Pus, Bertram finder hjem, Min mosters historier, Lille matros, Den hvide hval, Vind i Sejlene, Tømmerflåden, Ny proviant, På rette kurs, Det sorte tegn og Flaskeposten verða sýndir.Teir flestu filmirnir eru ætlaðir teimum minstu børnunum.

 

 

Leygardagin er eisini ræðudagur, og fleiri ræðufilmar verða á skíggjanum. Talan er um Det vita folket, Thorn og I Remember You.

 

 

Thorn er nýggjur danskur filmur við Olafi Johannesen og bæði Olaf Johannesen, sjónleikari, og Gabriel Tzafka, leikstjóri, bjóða vælkomin og innleiða sýningina av danska filminum klokkan 17.00.
Filmurin snýr seg um Lisu og Jacob, ið júst eru blivin gift. Sama kvøldið fara tey á brúðarferð. Lisa hevur lagt ferðina til rættis í loyndum, og Jacob veit onki um, hvat henda skal. Alt gongur eftir ætlanini, líka til tað gongur upp fyri Lisu, at hennara ætlan skaðar teirra kærleika, og at teirra trúgv verður broytt til ótta.

 



Kl. 19.00 verður filmurin I Remember You sýndur, og leikstjórin Óskar Thór Axelsson fer at innleiða sýningina. Filmurin snýr seg um eina eldri kvinnu, ið hongir seg í eini kirkju. Ein syrgjandi pápi leitar eftir sannleikanum um son sín, sum er horvin. Trý ung fólk seta í gongd í óhugnaligari megi, tá tey seta eini tóm hús í stand á eini fjarðari oyggj. Tey vita tað ikki, men øll eru bundin at eini gamlari gátu, sum førir til skelkandi yvirnáttúrligar tilburðir.

 

 

Meir er at lesa um TÓFF og um skránna á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.