Jógvan Weihe er eitt kent navn innan sølu- og handilslív í Føroyum. Jógvan Weihe arbeiddi sjálvur sum ferðandi sølumaður fyri Landshandilin og aðrar heilsølur í mong ár og kom at kenna nógv fólk kring landið, áðrenn hann stovnaði sína egnu fyritøku í 1991.
Við áræði og áhaldni bygdi Jógvan, saman við konuni Hildibjørg, sítt virki upp til at verða eina av kendastu fyritøkunum av sínum slagi í landinum, sum síðan 2004 hevur hildið til í stóra virkisbygninginum við Stiðjagøtu í Havn.
Handilsbygningurin rúmar einum hópi av ymiskum vørum og hevur umboð upp á alt millum himmal og jørð - alt frá hosum til plattar av hoyggi og stórar Viksund bátar.
Í handlinum er eisini ein rúgva av bæði arbeiðs- og frítíðaklæðum at finna av kendum merkjum sum Bergans, Helly Hansen, Fjällräven og Columbia. Eisini umboðar fyritøkan svensku arbeiðsklæðini Tranemo.
Fyritøkan er eisini kend fyri sítt stóra úrval av arbeiðsklæðum og fiskireiðskapi, bæði til vinnuna og til frítíðarfiskaran, kampingútgerð, eins og setepli og útgerð til urtagarðsrøkt. Fyri at taka burturúr rúgvuni kunnu vit nevna at fyritøkan eisini selur t.d. ruskíløt, fløgg, skógvar og stivlar, vakummaskinur, grillir og terassuhitarar.
P/f Jógvan Weihe er eisini skipaumboð hjá eitt nú norskum línuskipum, sum fiska undir Føroyum.
Í dag hava synirnir tikið yvir við Ólavi sum stjóra og Gunnari Oluf sum nevndarformanni. Jógvan Weihe er enn virkin í fyritøkuni sum sølumaður. Í dag starvast átta fólk hjá P/f Jógvan Weihe.