Alt fleiri kvinnuligir leiðarar í Danmark

Næstan triði hvør nýsetti leiðari er kvinna, vísa tøl hjá Ledernes Hovedorganisation.

30 prosent av teimum, sum í fyrru helvt av 2007 teknaðu seg sum lim í Ledernes Hovedorganisation, eru kvinnur. Til samanberingar vóru bert 9 prosent av nýggju limunum kvinnur í 1982.

- Tað er fantastiskt, at vit hava fingið so nógvar nýggjar kvinnuligar leiðarar, sigur Trine Thorning, deildarleiðari í Ledernes Hovedorganisation. Hon heldur, at orsøkina til gongdina er at finna í orðaskiftinum, sum hevur verið seinastu árini, har fokus hevur verið sett á fjølbroytni í leiðsluni, skrivar Idag.dk

- Soleiðis hava kvinnurnar fingið meiri dirvi til at átaka sær leiðsluna, og mannfólkini eru eisini vorðnir dugnaligari at seta kvinnurnar í starv, sigur sigur Trine Thorning.