Bæði einstaklingar og feløg snýta í skatti, og alt fleiri verða meldað fyri skattasvik Í fjør sendi danska skatavaldið løgregluni 610 mál um svik við skatti og meirvirðisgjaldi, og tað var tvær ferðir so nógv sum árið fyri, skrivar Politiken.
Jens Christiansen hjá skattavaldinum sigur við blaðið, at talan er bæði um mál við smáum upphæddum og mál, har fyritøkur hava svikað fyri milliónir.
Skattavaldið sigur, at tað ger meiri við at leita eftir sviki í vinnugreinum, har møguleikin fyri at finna svik er størri enn aðrastaðni.