Higartil hevur mest verið tosað um tey heilt ungu og tey gomlu, sum ringja til ráðgevingina, men sambært leiðaranum standa tey 30 til 39 ára gomlu fyri einum triðingi av teimum á leið 11.000 uppringingunum, ráðgevingin fær árliga.
Ilt við at klára gerandiskrøv
- Tað er ikki longur nokk at siga, at vit skulu halda serliga vakið eyga við teimum ungu, teimum eldru og teimum sálarsjúku, tá tað ræður um sjálvmorðstankar, sigur leiðarin á Livslinjen, Michael Esmann, sum vísir á, at alsamt fleiri kvinnur og menn í 30unum, antin tey eru støk ella liva í parlagi, hava tørv á hjálp at handfara sítt lív.
Summi av teimum leita sær hjálp hjá Lívslinjuni, tí tey ganga við sjálvmorðstonkum, meðan onnur eru í ferð við at gera sjálvmorð, tá tey ringja. Orsøkirnar eru ymiskar, men ofta kenna tey seg einsamøll og hava ongan at tosa við um sínar trupulleikar. Onnur kenna seg ørkymlaði í leiklutinum sum pappforeldur í eini modernaðari familju, og hava trupult við at liva upp til stóru krøvuni á arbeiðsplássinum og í parlagnum.
Michael Esmann heldur gongdina vera órógvandi, tí sum hann sigur
- Vit hoyra jú bara frá teimum, sum hava dirvið og orku til at ringja.
Frá 2004 til 2005 vaks talið av uppringingum til Lívslinjuna við 38% frá 8.199 til 11.333.
Í desember í fjør víkaði Lívslinjan telefontíðina við fimm tímum um døgnið, og nú verður søkt eftir fleiri sjálvbodnum afturat teimum 130 ráðgevunum, sum longu starvast hjá tænastuni.