Alt fleiri børn verða nýtt sum hermenn

Ein nýggj frágreiðing gevur eina ræðandi mynd av, hvussu børn verða nýtt og misnýtt sum hermenn um allan heimin. Serliga í Afriku verða børn í túsundatali drigin upp í kríggj og ósemjur

Tað er serliga har suðuri í Sudan, har eysturi í Kongo og har norðuri í Uganda, at børn verða misnýtt sum hermenn.
Ringast stendur til har norðuri í Uganda, har børn eru at kalla dagligt álopsmál. Frágreiðingin »Child Soldier Use 2003« sigur, at síðani borgarakríggið í Sudan byrjaði fyri seytjan árum síaðni, hevur uppreistrarherurin Lord Resistance Army burturflutt fleiri túsund børn og síðani nýtt tey sum hermenn. Hildið verður, at eini 5.000 børn verða rænd á hvørjum ári og síðani nýtt sum hermenn, flutningsfólk og kynsligir trælir. Sambært frágreiðingini hevur støðan ongantíð verið so ring sum júst nú.
Sambært ugandiska herinum hevur tað eydnast at fría meiri enn 7.000 tílík børn. Samstundis verður upplýst, at hvørja nátt fara eini 30.000 børn frá húsi og heimi fyri at fjala seg. Tey tora ikki at vera við hús um náttina, tí tað er tá, uppreistrarherurin rænir børnini.
Sambært »Child Soldier Use 2003« er tað ikki bara Lord Resistance Army, sum nýtir børn sum hermenn. Sagt verður, at ein annar uppreistrarherur, SPLA, hevur minst 7.000 børn ímillum sínar hermenn.
Men tað eru ikki bara uppreistrarbólkar, sum nýta børn sum hermenn. Barnahjálpargrunnurin hjá ST vil vera við, at tann almenni herurin í Kongo hevur minst 8.000 børrn, og sagt verður, at í summum herdeildum er meiri enn helmingurin av hermonnunum børn.
Skilið er tað sama nógva aðrastaðni í Afriku. Á Fílabeinsstrondini eru nógv børn um tíggju ára aldur hermenn, og í Burundi eru umleið 14.000 børn, sum taka lut í borgarakríggnum har.
Ikka bara í Afriku
Tað er heldur ikki bara í Afriku, at børn verða nýtt sum hermenn. »Child Soldier Use 2003« sigur, at millum 35 og 40 prosent av stjórnarherinum í Burma eru børn, og at fleiri teirra eru yngri enn ellivu ár. Eisini uppreistrarbólkarnir í Burma nýta børn sum hermenn, stendur í frágreiðingini.
Á Filipsoyggjunum fáa børn hernaðarvenjing, so tey kunnu hjálpa teimum muslimsku uppreistrarfelagsskapunum, og í Sri lanka nýttir uppreistrarfelagsskapurin LTTE eisini børn í bardaganum ímóti stjórnarherinum.
Í Kolombia hevur uppreistrarfelagsskapurin FARC umleið 11.000 børn í sínum deildum. Dreingirvir taka lut í baraøgum við stjórnarherin, og genturnar verða noyddar at virka sum skøkjur hjá hermonnunum, stendur í frágreiðingini.