Ætlanin um at styrkja fólkaskúlan fyri at bøta um lesiførleikan hjá børnunum, er við at fara í vaskið.
Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum.
Í kjalarvørrinum á Pisa-undankanningini vórðu nógvir tímar játtaðir afturat til fólkaskúlan fyri at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum, men á sumri 2009 vórðu 850 tímar skornir burtur í einum høggi.
Orsøkin var sparing og ikki lækkandi tímatal, staðfestir formaðurin.
Í 2011 vórða aftur 200 tímar um vikuna tiknir og síðan aftur 300 tímar. Næmingtalið hevur seinastu 3-4 árini staðið mestsum í stað, men samstundis er tímatalið lækkað 1.350 tímar um vikuna.
Sostatt er ætlanin um at styrkja lesiførleikan við at fara í vaskið, tí tímarnir eru horvnir aðrastaðni í skipanini.
- Samstundis hava vit fingið betri lesitilfar og lesivegleiðarar, sum tó ikki hava nøktandi arbeiðsumstøður, tí ov fáir tímar eru til teirra.
Ein leyslig meting er, at í dag eru 50 færri lærarastørv í skúlanum enn í 2010.
- Í summar var staðfest, at triði hvør lærari, sum tók prógv í summar, ikki hevur fingið arbeiði sum lærari, men halda sparingarnar fram
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, er ikki heilt samdur.
- Vit eru greið yvir, at skúlarnir hava trongar karmar, men mær kunnugt halda skúlar lógina, sum teimum er álagt, og eg meti, at fólkaskúlin verður rikin forsvarliga, sigur hann við Skúlablaðið.
- Fyri at bøta um støðuna fekk framhaldsdeildin tveir tímar um vikuna afturat í fjør, tí at táttað var í so nógv í, sigur hann.