Fótbóltur
Eftir at NSÍ í fjør mest sum var flúgvandi er tað aftur rættiliga vorðin gerandisdagur við Løkin. Í fjør megnaði NSÍ ferð eftir ferð í síðstu minuttunum at skjóta málini, sum tryggjaðu teimum í Runavík fulla úrtøku, og tað bar at enda fyrsta meistaraheitið nakrantíð við sær.
At gongdin er øðrvísi í ár, var sunnudagurin við Løkin staðfesting av. Skála vitjaði, og sum 2. hálvleikur leið, bendi einki á, at tað skuldi eydnast gestunum at fara yvir um aftur fjørðin við úrtøku.
Jónhard Frederiksberg setti hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Miðvallarin Bogi Løkin legði frísparkssending í Skála brotsteigin, og eftir eitt sindur av aftur og fram datt bólturin fyri føturnar á Jónhardi Frederiksberg, sum smekkaði bóltin í málið.
NSÍ hevði inntil leiðslumálið verið leikliga eitt sindur omaná, men síðsta stóra korterið undan steðginum var Skála omaná. Skálamenn spældu seg í fleiri góðar støður, og Alexandur Johansen, sum var ógvuliga væl upplagdur, hevði besta møguleikan eftir langt útspark frá málverjanum. Alexandur gjørdist leysur í høgru, tamdi og setti beina kós ímóti málinum. Tá ið Tórður Thomsen kendi seg noyddan at fara út ímóti, lyfti bóltsnillingurin bóltin upp um málverjan, og lukkutíð fyri NSÍ brast bólturin í tvørtræið.
Tað sást á uppstillingini, at NSÍ venjarin hevði ikki verið nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki var spælið hjá heimamonnunum væl betri, enn tað hevði verið. At tað kortini ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku, tænir skálamonnum til rós, men tað sigur eisini, at NSÍ hevur ilt við at fáa úrtøku burturúr góðum møguleikum.
Óli Hansen var í 1. hálvleiki fremsti maður hjá NSÍ. Í 2. hálvleiki var hann aftasti verjuskansi, meðan Pól Jóhannus Justinussen var fluttur út á vinstra vongverja. Øssur Dalbúð fekk møguleikan sum fremsti álopsspælari, og tað var hann, sum økti um munin til 2-0. Filip Jacobsen, sum hesa ferð hevði fingið møguleikan á høgra vongverja, legði innfyri, Bogi Løkin snittaði bóltin longri innfyri, og har tamdi Øssur Dalbúð bóltin og skoraði.
So tóktist spurningur vera, hvussu stórur heimasigurin skuldi verða. Eftir horna og Óla Hansen stút bjargaði Predrag Markovic framúr væl, og løtu seinni seinni kundu ungu menninir á NSÍ liðnum heilt havt tikið spenningin úr uppgerðini: innskifti Jann Martin Mortensen spældi snilt inn um verjuna, men Skála málverjin vann tvídystin við Øssur Dalbúð.
Og so var tað, at tað koppaði hjá NSÍ. Tríggjar minuttir fyri leiklok skoraðin Alexandur Johansen av brotsteigarmarkinum eftir innlegg úr høgru frá Bárði Danielsen, og í yvirtíðini var Skála úrtøkan burtur úr tveimum hornaspørkum útjavnandi málið. Arnhold Berg var fyrstur við fremra stólpan, og við høvdinum syrgdi hann fyri 2-2.