Hondbóltstos
Hóast hann ikki vildi siga, at hetta var týdningarmesta málið, sum hann hevði skotið, so var tað eyðsæð, at Áki Olsen var fegin eftir sigurin á kollfirðingum.
Spurdur, um kollfirðingar høvdu nakað at vera illir um, segði hann, at tað helt hann ikki.
- Vit standa fleiri við bóltin, og Piti og Ingi gera báðir, sum um teir skjóta. Við hesum draga teir múrin nakað yvir, og so eydnast tað mær at toyggja meg somikið, at eg fái skotið út um múrin, sigur hann.
Spurdur, um hetta kann vera stigið, sum í seinasta enda avgerð FM, svarar hann, at tað kann tað kanska.
- Seinastu dystirnar hava vit ikki verið sannførandi, og tí eru vit fegnir, bara vit vinna. Eg kann tó ikki siga, at akkurát hetta var avgerðin. Eg vil heldur siga, at øll stigini, sum eru eftir at spæla um, kunnu verða avgerandi.