Jón Brian Hvidtfeldt er settur sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Hann hevði sín fyrsta arbeiðsdag 1. oktobur, men nú er rok um starvið hjá honum, tí tað bert er ein leiðari fyri tíðindini hjá Kringvarpinum.
- Uppgávan hjá mær er at syrgja fyri at tíðindini, sum fara út, eru í ordan. Samstundis skal eg syrgja fyri, at deildin hongur saman, og tað vildi verið spill av resursum, um vit ikki arbeiddu saman í ávísum førum. Vit hava, fyri at fylgja lógarkravinum, skipað okkum í tvær óheftar redaktiónir, sum hava hvør sín redaktør hvønn dag. Hinvegin dugi eg ikki at skilja lógarkravið, tí gomlu eindirnar kunnu í veruleikanum ikki kappast. Útvarpið hevur tíðindir fleiri ferðir um dagin, meðan sjónvarpið bert hevur fýra tíðindasendingar um vikuna, og tí dugi eg ikki at síggja, hví tað skal vera eitt argument, at eindirnar skulu kappast, tá restin av lógarverkinum fyri Kringvarpið snýr seg um samstarv, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
Fer at sparra við redaktørarnar
Spurningurin er seinni settur, hvat tíðindaleiðarin kann gera, um hann ikki sleppur at blanda seg, í hvørji tíðindir fara út.
- Eg fari sjálvandi at sparra við redaktørarnar. Eg kann ikki sita í eini krystalkúlu og goyma meg. Tað hevði eisini verið absurd, um eg skuldi rýmt úr rúminum, tá redaktiónsfundir eru. Eg segði eisini til setanarsamrøðuna, at eg fegin vildi halda áfram at gera tíðindi, og tað ætli eg mær, greiðir nýggi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum frá.
Fólkini fara at skifta
Jón Brian Hvidtfeldt greiðir frá, at fólkini á tíðindadeildini sjálvandi fara at skifta ímillum at gera sjónvarp og útvarp.
- Tað ber ikki til, at tað skal vera eitt so vatntætt skott ímillum sjónvarpið og útvarpið, nú tey øll eru í sama reiðaríið. Deildirnar eru báðar so lítlar, at vit mugu flyta fólk ímillum. Og ætlanin er sjálvandi eisini, at starvsfólkini skulu hava møguleika at skifta ímillum, tí tað er mennandi fyri tey, greiðir tíðindaleiðarin frá.
Politikararnir eru óseriøsir
Jón Brian Hvidtfeldt metir, at tað politikararnir gera, er at skapa ein kunstigan trupulleika.
- Eg dugi ikki at skilja argumentatiónina. Eindirnar eru so lítlar, at vit nevniliga kunnu fáa ein einsporaðan tíðindaflutning, um vit ikki nýta resursurnar hjá hvørjum øðrum. Úrslitið verður, at vit ikki røkka nøkrum sum helst. Tað er óseriøst av politikarum, sum vita alt um málið, at teir nú skulu seta spurnartekin við tað sum hendur. Bæði Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø hava, saman við restini av táverandi Mentanarnevnd hjá løgtinginum, verið á fundi við Kringvarpið. Tað var 16. mai, áðrenn lýst varð eftir nýggjum deildarleiðarum. Har vóru tey kunnað um nýggja bygnaðin og har varð eisini umrøtt, hvussu kringvarpslógin skal tulkast í hesum sambandi. Somuleiðis hevur Mentamálaráðið góðkent nýggja bygnaðin. Tískil hava politikararnir havt allan møguleika at seta seg inn í málið, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.