Alt er klárt til festivalin

Tað verður arbeitt til ta seinasta í fyrireikingini av Fjarðafestivalinum 2007, sum fer av bakkastokki í kvøld.

Í Skálafirði: Fyrireikararnir óttaðust eitt sindur fyri útlendsku gestunum, nú floglíkindini ikki vóru av teimum bestu í gjár.

Teir hava ? eftir øllum at døma - tikið við læru av øðrum festivalum, og tí koma allir teir útlendsku gestirnir til landið í góðari tíð: Høvuðsnavnið Pillar kemur í morgin, meðan allir hinir koma til landið í dag.

Á sjálvum stevnuøkinum verða seinastu hendurnar lagdar á fyrireikingarnar. Onkur málar bingjuna hjá ljóðfólkunum, meðan onnur arbeiða við at seta seinastu tjøldini upp.

Fyrireikararnir sjálvir eru sera nóg upptiknir nú í morgun, men teir lata væl at. Teir hava kortini lagt merki til eina ávísa gongd í sambandi við søluna av atgongumerkjum í forsølu.

- Vit merkja at fólk eru varnari við at keypa atgongumerkini frammanundan, men vit skulu ikki klaga. Vit hava nevniliga selt nógv fleiri atgongumerki í forsølu í ár enn í fjør, sigur Eyðun Jacobsen.

Í dag byrjar annars sølan av dagbilettunum í dag. Tey kosta 395 kr. stykkið.