Alt er ikki sum tað plagdi

Mentanarnáttina letur Finleif Mortensen framsýning í Smidjuni í Litluvik

Alt er ikki sum tað plagdi. Tað er heiti á málningaframasýning hjá Finleif Mortensen sum letur upp á Mentanarnáttuni í Havn 3. juni. 

 

Á framsýningini eru umleið 30 verk við.  Tað sum heitið á framsýningini sipar til, er, at Finleif Mortensen vil ikki seta seg sjálvan í bás sum listamann og bara mála tað hann plagdi. So umframt tað vanliga myndaevni við føroyskum bygdaløgum, eru eisini fleiri abstraktir málningar við á framsýningini, umframt nøkur verk við blandaðari tøkni.

 

– Teir abstraktu málningarnar liva sítt egna lív og eru ikki bundnir av nøkrum ávísum motovi, men eru heldir ein sansalig uppliving í litum, formum og linjum, sigur listarmálarin. Tað traditonella myndaevni lýsir Føroyska bygdalagið á ein fríðan hátt har litirnar flóta inn í hvønn annan og geva ein hugfarsliga bygdamynd, leggur hann afturat.