Alt er høgt við hamara og meitli

Her liggja 400 tons av trappu úr 900 tonsum av basalti. Talan er um einar 1000 steinar í ymiskum sniði.

- Burtur úr sagaðum basaltplátum er hvør einstakur steinur neyvt tilevnaður eftir tekningum og mátum. Beinu linjurnar eru skornar við sag, men annars er alt tilevnað og høgt við hond - við hamara og meitli, siga brøðurnir, Heini og Høgni Tausen, sum eiga og reka Føroya Grótvirki í Skopun.

 

Teir sipa til arbeiðið at tilevna grótið - ella basaltpláturnar - í snøggu og væl úr hondum greiddu uppihaldstrappuni í Vágsbotni er, sum nógv fokus hevur verið á, bæði fyri og eftir, at hetta bygningsverk gjørdist liðugt.

 

Í góðveðrinum, sum verið hevur seinastu vikurnar, hevur nógv fólk verið at sæð á trappuni, og her hevur onkra løtu eisini sangur og tónleikur ljóma. Fyrsta brúðarvígslan hevur verið her, og fólk hava hugt eftir EM-fótbólti á stórskíggja.

 

Uppihaldstrappan er eitt av størstu bygningsverkum úr føroyskum basalti nakrantíð. Umleið 400 tons av liðugt tilevnaðum gróti eru brúkt, og skorið og tilevnað er burtur úr umleið 900 tonsum av ráum basalti.

 

- Tað eru umleið 1.000 steinar í trappuni. Allir eru skornir og tilevnaðir eftir tekningum, og eingin steinur heilt eins. Størsti einstaki steinurin í sjálvari trappuni vigar umleið 3.500 kilo. Fyrst hevur verið borað og sprongt í grótbrotinum í Høvdarhaga í Skopun. Hetta er eitt grótbrot, sum Føroya Grótvirki leigar frá Búnaðarstovuni.

 

Høgni og Heini Tausen siga, at fyrstu tíðina boraðu teir sjálvir og fingu hjálp til sjálva spreingingina, men seinni hevur Articon so gjørt hetta arbeiðið fyri teir.  Fyri at fáa so stórar steinar sum gjørligt, hevur svart krút verið brúkt í spreingiarbeiðnum. Svart krút gevur eina “bleytari” spreinging.

 

Kunsturin við tílíkum arbeiði er at fáa so stórar steinar sum møguligt - og samstundis at fáa so fáar rivur sum møguligt.

 

- Ein steinur á eini 250 tons verður sprongdur sundur til steinar, ið hóskandi viga eini 20-28 tons hvør. Hesir steinar eru skornir til 15 sentimetra tjúkkar “plátur” á eini 3-4 tons hvør. Burtur úr hesum “plátum” er síðan hvør einstakur steinur neyvt tilevnaður eftir tekningum og mátum frá ZETA Architects.

 

Teir vísa á, at beinu linjurnar eru skornar við sag, og annars er alt tilevnað og høgt við hond - við hamara og meitli. Trappurnar eru bygdar upp av níggju trinum, og hesi er samansett av trimum løgum av steinum á 15 sentimetrar.

 

- So hvørt, sum hesi ymisku løgini hava verið liðug, vórðu tey løgd út í Skopun. Hetta fyri at kanna og tryggja neyvleikan. Síðani er hvør einstakur steinur skrásettur við nummari eftir tekningum, siga Høgni og Heini Tausen á Føroya Grótvirki í Skopun.