Í Skopun er stór og umfatandi skúlaverkætlan í gongd. Hetta er ein verkætlan, sum byrjaði í 2008, tá bygt varð upp í verandi skúla í bygdini. Uppíbygdi parturin hevur øll árini síðan staðið óinnrættaður, men nú verður hetta arbeiðið gjørt liðugt.
Tað er byggifyritøkan, Sp/f Drangberg í Skopun, ið tekur sær av høvuðsarbeiðnum fyri Skopunar kommunu. Tvíburarnir, Jógvan og Martin Drangberg, eiga fyritøkuna. Fyrrnevndi býr í Skopun, og hin býr í Hósvík, og teir arbeiða kring alt landið.
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu, sigur, at tað, sum fæst burtur úr verkætlanini, er tríggjar stórar skúlastovur, vátrúm, lærarastova við wc’um, wc til gentur og dreingir og wc til avlamin. Aftrat hesum fær skúlin eina stóra høll - ella ein innilokaðan “skúlagarð”, sum verður umleið 120 fermetrar stórur.
Borgarstjórin sigur, at hetta eru alt karmar, sum hava staðið óbrúktir hesi árini, tí fíggjarliga hevur kommunan ikki megnað at fullført útbyggingina. Men, nú kommunan er komin niður um eina álíkning í skuld, og útlitini eru góð, hevur kommunan sett sær fyri at gjøgnumføra hesa verkætlan, sum hevur ligið á láni.
- Umframt nýbyggingina, verða eisini onkrar umskipingar gjørdar í gamla skúlanum, har eitt nú matstova og køkur verða í einum, eins og smíðstova eisini verður gamla partinum av skúlanum.
Gerhard Lognberg sigur, at á seinasta bygdarráðsfundi í Skopunar kommunu herfyri varð samtykt at gera skúlan lidnan. Hann sigur, at byrjað varð við fyrstu skúlastovuni í nýggja skúlanum seint í fjør summar, og síðan hevur verið hildið fram.
- Vit ætla ikki at helma í, fyrr enn nýggi skúlin stendur liðugur. Ætlanin er, at næmingarnir í Skopunar skúla skulu flyta inn í nýggju skúlastovurnar og nýggja skúlaumhvørvið eftir summarfrítíðina. Tá alt hetta arbeiðið er fingið frá hondini, eigur kommunan ein góðan framtíðarskúla og ein góðan barnagarð, sum verður 10 ár í ár.
Í Skopunar skúla ganga umleið 30 børn úr 1. flokki til og við 5. flokk, og hetta hevur líka sum verið skúlabarnatalið seinastu fýra árini ella so. Tá næmingarnir fara í 6. flokk, halda teir fram í Meginskúlanum Inni í Dalinum.
Gerhard Lognberg fegnast um, at alt, sum higartil er gjørt í samband við skúlabyggingina, er goldið yvir raksturin hjá kommununi, nú fíggjarliga rásarúmið er betrað, og skuldin er undir eina álíkning.










