-Um avtalan, sum var gjørd í lítlusamgongu, ikki verður hildin, dugi eg ikki at síggja, hvussu vit kunnu halda fram í samgonguni, sigur Anfinn Kallsberg -Eg má bara staðfesta at alt tað heila er í totalari upploysn, sigur fyrrverandi fólkafloksformaðurin Anfinn Kallsberg við Norðlýsið.
-Eg skilji als ikki, at ein løgmaður, sum hevur kallað inn til fundar í lítlusamgongu og sitið saman við hinum leiðarunum í samgonguni og gjørt eina politiska semju, - nú skal leypa frá sínum egnu orðum og siga, at eingin semja er. Tað, sum formaðurin í Sambandsflokkinum, segði við útvarpið í døgruðatímanum, kann ikki skiljast á annan hátt enn, at hann nú eisini er lopin frá semjuni, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann leggur afturat, at verður avtalan, sum lítlasamgonga gjørdi, ikki hildin, dugir hann ikki ay síggja, hvussu samgongan kann halda fram.
-Tað er fullkomuliga ábygdarleyst at halda fram tá samgongulimir kunnu gera sum teimum lystir, sigur Anfinn Kallsberg við blaðið.










