Alt er farið fram eftir lógini

Alt, sum gjørt er í málinum um fiskiloyvið til Jógvan S, er gjørt við heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap, sigur Fiskimálaráðið

Fiskiloyvi


Alt, sum hent er í málinum um gomlu Ågot, sum nú eitur Jógvan S. er í tráð við lógina um vinnuliga fiskiskap, sigur deildarstjórin á Fiskivinnustovuni í Fiskimálaráðnum.
Hóast Jógvan S er næstan eina helvt størri enn bæði Skørin og Barið tilsamans, er ikki talan um nakra øking av veiðitrýstinum, sigur Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni. Tað er staðfest í tilsøgnini um fiskiloyvið, sum latin er smápartafelagnum Nakki, í og við, at fiskidagarnir hjá bátunum Skørini og Barinum eru umroknaðir til Jógvan S.
Tilsøgnin um at flyta fiskiloyvini hjá Skørini og Barinum er givin í skrivi frá Fiskimálastýrinum tann 29. apríl 2002. Har verður eisini sagt, at ein treyt, sum fylgir við, er at eigarin av loyvinum, tað vil siga smápartfelagið Nakkur, váttar fyri fiskimálastýrinum - nú Fiskimálaráðið - at Barið og Skørin:....»ikki verða sett inn í vinnuliga fiskiskap aftur«.
Hendan tilsøgnin verður sostatt grundarlag undir, at Skørin ikki kann koma aftur í flotan fyri trolbátin Leitið, sum sagt verður bæði av vinnufóli og politikarum, at ælanir skulu vera um. Sosialurin prentaði í gjár teir spurningar, vit ætlaðu at seta Fiskimálaráðnum um hetta mál, men sum ikki vórðu settir, tí eingin var at hitta í Fiskimálaráðnum, sum kundi svara teimum.
Eftir at blaðið við spurningunum var komið á gøtuna, hava vit so tosað við Fiskimálaráðið, sum váttar, at eingin umsókn er komin um at fáa Skørina inn aftur í fiskiflotan fyri nakað av teimum førunum, sum nevnd eru í blaðnum mikudagin.
Somuleiðis váttar eigarin av Leitinum og Gáshøvda fyri Sosialinum, at slík umsókn fer heldur ikki at koma.
Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, sigur, at tað er ikki rætt at brúka grein fimm í lógini um vinnuligan fiskiskap til at prógva, at fiskifør ikki kunnu skifta millum høvuðsbólkar.
Hann sigur, at tann greinin er sett i lógini, tá øll skip vórðu uppmáld av nýggjum og farið varð at brúka merkingina BT í staðin fyri BrT. Hetta varð tá gjørt, fyri at eingin skuldi koma tvørt fyri av einum møguligum muni, sum kundi standast av nýggju uppmátingini, soleiðis at skip, sum møguliga lógu á markinum til eitt nú 110 tons, kundu detta burtur ímillum.