Alt er farið fram eftir bókini

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at alt er farið fram eftir bókini í sambandi við arbeiði við Lítlukai, Høgukai og Müllers Pakkhús. Hann tekur ákærurnar frá Jan Christansen, fyrrverandi borgarstjóra, púra róligt.

Sum nevnt fyrr í blaðnum hevur Jan Christiansen funnist harðliga at Heðin Mortensen fyri at hava sett arbeiðið við Müllers Pakkhús í verk, uttan at tað hevur verið viðgjørt í nevnd, tí eftir hansara tykki var talan um eina íløgu, sum eigur at fáa nevndarviðgerð. Jan Christiansen hevur tí hótt við at kæra Heðin Mortensen fyri løgtingsins umboðsmann.

Tórshavnar Havn sett arbeiðið í gongd
Heðin Mortensen sigur, at arbeiðið kring Müllers Pakkhús bleiv sett í gongd av Tórshavnar Havn, sum hevur eina ávísa upphædd at gera umvælingar á havnaøkinum fyri árliga.
Tórshavnar Havn vendi sær til býráðið og segði, at ætlanin var at brúka 800.000 krónur til at gera betra um økið við Pakkhúsið. Síðani avgjørdi býráðssamgongan, at býráðið skuldi játta eina samsvarandi upphædd av sínari íløgujáttan.
Hóast arbeiðið langt síðani er farið í gongd, samtykti býráðið ikki fyrr enn hóskvøldið at játta tær 800.000 krónurnar til arbeiðið. Hetta kann kanska tykjast eitt sindur løgið, men Heðin Mortensen greiðir frá, at arbeiðið, sum higartil er gjørt, er fyri upphæddina, ið Tórshavnar Havn hevur sett av, og um so er, at býráðið ikki hevði játtað hinar 800.000 krónurnar hóskvøldið, hevði arbeiðið verið steðgað, tá ið upphæddin hjá Tórshavnar Havn var brúkt.
Borgarstjórin vísir í hesum sambandi eisini á, at ymiskt umvælingararbeiði er áður gjørt við Müllers Pakkhús, sum ikki hevur verið fyri í nevnd, men bert tikið av viðlíkahaldsjáttanini hjá býráðnum.
Somuleiðis vísir Heðin Mortensen á, at tað ikki er øll andstøðan í býráðnum, sum hevur at sær. Til dømis atkvøddu tveir av andstøðulimunum fyri at játta peningin, meðan tríggir atkvøddu ímóti, og Jan Christiansen atkvøddi ikki. Hetta tulkar Heðin Mortensen sum um, at Jan Christiansen stendur rættuliga einsamallur við sínum atfinningum.