Alt er enn óvist

Enn er eingin avtala gjørd um samstarv í Klaksvíkar býráði komandi fýra árini

 

Eyðun Klakstein


Mikukvøldið høvdu Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fund um eitt møguligt samstarv í Klaksvíkar býráð komandi árini, men einki ítøkiligt kom burtur úr hesum fundi.

Vinnarin av býráðsvalinum í Klaksvík, Tjóðveldisflokkurin, vil fegin hava leiðsluna í býráðnum, men Javnaðarflokkurin er eisini hugaður at fáa borgarstjórasessin. Síðani valið hava bæði Eyðgunn Samuelsen og Torleif Sigurðsson verið nevnd sum evni til starvið.

Toppskorarin hjá Tjóðveldisflokkinum, Steinbjørn Jacobsen, er eisini eitt gott boð, og Jórun Høgnesen, sum var nummar trý á Tjóðveldislistanum, hevur eisini verið nevnd.


Kanska Fólkaflokkurin

Tað hevur verið mett sannlíkt, at teir tríggir flokkarnir gera samgongu uttan um Fólkaflokkin, men eingin torir enn heilt at avskrivað Fólkaflokkin.

Tað tykist tó verða rættiliga greitt, at Fólkaflokkurin ikki fær borgarstjóran komandi árini, og so er spurningurin, um Fólkaflokkurin er sinnaður at lata leiðsluna frá sær í einum samstarvi við Javnaðarflokkin.

Jógvan við Keldu segði annars valkvøldið, at Fólkaflokkurin ikki vildi lata leiðsluna frá sær í einum samstarvi við Tjóðveldisflokkin.

Í gjárkvøldið skuldi fundur aftur vera millum Tjóðveldisflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.