Umskiping
?Tað er ein misskiljing, tá ið sagt verður, at Høgni Joensen skal sigast upp sum aðalstjóri í Almanna- og heilsumálastýrinum.
Tað sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
? Hinvegin er tað er rætt, at hann skal halda uppat sum aðalstjóri. Men tá ið hann er tað, verður hann fluttur í annað starv.
Landsstýrismaðurin heldur, at málið, sum hevur tikið seg upp um aðalstjóran í almanna- og heilsumálastýrinum, er eitt sindur misskilt.
?Alt, sum er farið fram, er eftir avtalu ímillum meg og Høgna Joenen, sigur Sámal Petur í Grund.
Hann sigur, at eftir hansara tykki er tað neyðugt at fáa ein nýggjan aðalstjóra í Almanna- og heilsumálastýrinum
? Stýrið virkar ikki. Starvsfólkadeildin og lønardeildin virka hampiliga væl, men fyristingarliga deildin er rættiliga illa fyri og hevur ongantíð fingist at virka.
? Høgni Joensen hevur formligu ábyrgdina av stýrinum, men vit mugu staðfesta, at tað hevur ikki eydnast honum at fáa viðurskiftini í rættlag. Tí haldi eg, at tað er neyðugt at royna nýtt fólk.
Sámal Petur í Grund sigur, at hetta hevur hann boðað Høgna Joensen frá.
?Men tað hevur ongantíð verið ætlanin at siga hann upp, soleiðis, sum fatanin hevur verið. Eftir avtalu við Høgna Joensen hevur ætlanin alla tíðina verið at flyta hann í eitt annað starv.
?Eftir avtalu millum Høgna og meg, verður hann ?kommiteraður?, sum tað eitur á fakmáli. Tvs, at hann fær serligar uppgávur. Almanna- og heilsumálastýrið hevur nógvar, veldugar uppgávur og Høgni Joensen hevur drúgvar royndir. Tað, sum hetta snýr seg um, er at fáa sum mest burturúr honum. Tað ítøkiliga innihaldið í starvinum skal Høgni Joensen sjálvur vera við til at forma, saman við landsstýrismanninum.
?Høgni Joensen segði í samrøðu við Sosialin í gjár, at hann visti onki um alt hetta. Tað einasta, hann visti, var, at tú hevði boðað honum frá, at tú vildi hava ein annan aðalstjóra?
?Hetta er ikki rætt. Eg boðaði honum frá avgerð míni mikudagin, og allan hósdagin arbeiddu Høgni Joensen og eg við spurninginum um, hvussu starvsbroytingin kundi fremjast í verki í samsvari við tey rættindi, hann hevur. Og í samráð við hann eru vit síðani komin fram til, hvussu tað skal gerast, og undir hvørjum treytum starvið hjá honum skal umskipast. Tað, sum vit eru samdir um, er ein loysn, sum báðir partar væl og virðiliga kundu góðataka. Tað hevur ikki verið nøkur ósemja um tað. Men tað ítøkliga innihaldið í starvinum ber ikki til at siga nakað um enn, tí tað skal leggjast fast í samráði ímillum Høgna Joensen og landstýrismannin.
Høgni Joensen heldur eisini, at løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, hevur havt ein leiklut í avgerðini um at koyra hann frá sum aðalstjóra. Sambært honum, hevur Løgmansstjórin alla tíðina roynt at fáa hann frá.
? Tað er púra burturvið. Avgerðin um at nýggjur aðalstjóri skal setast, er mín og bara mín. Men tað er púra greitt, at aðalstjórin á Løgmansskrivstovuni er við í arbeiðnum at avgreiða málið formliga, tí Løgmaður er setanarmyndugleiki, saman við landsstýrinum, sigur Sámal Petur í Grund.