Dagurin í gjár byrjaði væl hjá Atlantic Petroleum. Hetta var allarhelst eitt svar frá marknaðinum upp á tíðindini um, at Atlantic Petroleum fór í ekslusivitetssamráðingar við London Gas & Oil. Eftir lítlari løtu hækkaði virðið á partabrøvum við 20 prosentum. Út á dagin javnaði virðið seg tó nakað, men ein vøkstur var tó, úr 13,30 krónum upp í 14,90 krónur.
Í dag hevur felagið tó kunngjørt ársroknskapin og roknskapin fyri fjórða ársfjórðing og móttøkan frá marknaðinum kom beinan vegin. Virðið á partabrøvunun fall beinanvegin og í verandi løtu er virðið 11,10 krónur, ein lækking á 25,5 prosent. Tað hevur staðið verri til, fyri góðum tíma síðani var virðið einans 10 krónur.
Ársroknskapurin hjá felagnum vísti eitt hall á 424 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi og 564 milliónir krónur fyri alt árið. Harumframt vísir roknskapurin, at eginogn felagsins er nú minus 102 milliónir krónur.
Ben Arabo, stjóri í felagnum, sigur sum er, at hóast samráðingar nú eru við London Gas & Oil, so eru ongin trygd fyri, at samráðingarnar fara at røkka á mál. Til tess krevst millum annað, at felagið fær eina avtalu í lag við skuldnarar sínar.
Tíðindastovan Ritzau metir støðuna hjá felagnum vera so álvarsama, at tey kallað hetta fyri enn ein nagla í kistuni.
Tá best stóð til, var virðið á einum partabrævið í Atlantic Petroleum 2.330 krónur.