Thomas Arabo
??????
Havi ofta hugsað, at tað var nationalistur, ein skuldi verið. Alt ella einki ? dermed basta. Ongantíð noyðst at hugsað um at funnið loysnir, íð røkka ávegis ella partvís á mál. Í mínum hugaheimi eitt sindur barnsligt ? fái eg ikki alt, so skal eg einki hava.
Realitetssansur og jørðforbindilsi góvu úrslit
Vit, sum hava eygleitt gongdina í tinginum nú yvirtøkulógirnar vóru fyri og minnast heimastýristíðina, kenna nógv aftur frá tí tíðini, ið var áðrenn Tjóðveldisflokkurin luttók aktivt í landspolitikki. Tá var sama søgan. Í 1974 komu teir so upp í part. Tá vóru tað nakrir í flokkinum sum høvdu realitetssans og jørðforbindilsi ? orð íð sjáldan hoyrast í dag ? sum syrgdu fyri, at flokkurin kom upp í praktiskan politik. Og teir vóru óførir ? fingu ávirkan og funnu loysnir saman við øðrum.
Romantiska linjan skaðilig
Romantikara linjan, ið flokkurin seinastu 8 árini hevur ført, hevur verið skaðilig fyri landið alt. Tey seks árini í Landsstýrinum blivu brúkt at føra kríggj við danir ? eitt kríggj, ikki fyri at finna loysnir, men fyri at vinna atkvøður heima. Fjølmiðlakríggj kallaði onkur tað. Samstundis var ikki fylgt við, hvat fyrifórst í tí vinnuliga partinum av Landsstýrinum, við tí úrsliti, vit síggja í dag.
Arbeiðsleysir demagogar og konstruktiv framtíð
Yvirtøkulógin kemur fyrst og fremst at gera demagogarnar í tjóðveldisflokkinum arbeiðsleysar, tí nú má plátan har ?danin er fanin ? skrottast og onnur leið gangast. Tað er hóast alt ein breiður meiriluti á Føroya Løgtingi, sum hevur samtykt vegin frameftir.
Tað skal vera mín vón, at tá tingið hevur verið í summarfrí og bylgjurnar hava lagt seg, so kemur Tjóðveldisflokkurin inn á pallin aftur sum ein konstruktivur flokkur og luttekur í fyrireikingini av framtíðini hjá tí landi, ið vit øll eru góð við.
Nógv stórmál í næstu framtíð
Her eru nógv stórmál beint fyri framman, har allar tær góðu kreftirnar, um ikki innantings í Tjóðveldisflokkinum, so í flokkinum annars, avgjørt eiga at fáa ávirkan á. Her hugsi eg millum annað um EU spurningin og eina møguliga olju-framleiðslu við Føroyar. Harmuligt um ein so gávurík fjøld av fólki, sum flokkurin umboðar, ikki setur nøkur konstruktiv fingramerkir her.
Hans Pauli Johannesen á Saltsøluni sáli plagdi mangan at siga: ?Ein skal ikki vera for-nermaður longri, enn tað betalur seg? ? vísdómsorð, serliga í politikki.









