Dagfinn Olsen
Skipað varð fyrstu ferð fyri vørumessu av hesum slag í fjør. Tá var hon hildin á Hotel Føroyum, men áhugin fyri at luttaka er vaksandi, so í ár er vørumessan í Ítróttarhøllini á Hálsi. Í vikuskiftinum bjóða 30 heilsølur, framleiðarar og tænastuvirki seg fram á Vørumessuni 99. Birgir Poulsen, ið fyrireikar vørumessuna, hevur arbeitt sum sølumaður og innan heilsølu í mong ár. Hann sigur, at nógvar ymsar sølustevnur hava verið, men at saknur hevur verið í slíkari, har øll hittast á einum stað.
- Áður hevur tað verið so, at t.d. nakrar heilsølur hava sligið seg saman, og sýnt fram og flutt frá hotelli til hotel. So eru kundarnir, handlarnir, farnir til eina sýning eitt vikuskifti og síðani til næstu sýning vikuskiftið eftir og so framvegis, og hetta er keðiligt, tí kundin kanska at enda ikki veit, hvat hann hevur bílagt, og so verður bílagt upp í saman, sigur Birgir Poulsen.
- Nú er alt á einum stað og kundin, handlarnir, fáa eina heildarmynd, metir Birgir Poulsen. Hann sigur, at tað er vanligt, føroyskar heilsølur ferðast til slíkar vørumessur í grannalondunum fleiri ferðir árliga.
Birgir Poulsen heldur, at bæði føroyskar vørur og eisini tænastur er kappingarførar í dag. Bæði viðvíkjandi dygd og prísi og hann fegnast um hesa menning.
- Fyrr var tað kanska meira so, at fólk keypti í útlondum, tí tað kostaði ikki líka nógv. Tann tíðin og hugburðurin er um at fara, og fólk hugsa kanska heldur ikki altíð um, at keypir ein aðrastaðir, so koma tollur og onnur avgjøld omaná, tá ein hevur vøruna í Føroyum, so munurin verður lítil og eingin, sigur Birgir Poulsen.
Skúlar vitja
Birgir Poulsen sigur, at tað hevur verið skipað fyri sølustevnum í Føroyum áður, ið hava verið ein blanding av vanligari sølustevnu og stevnu fyri handilsfólk, men hetta liggur fleiri afturi í tíðini.
Vørumessan 99 hevur ein málbólk og er sum so ikki almenn.
- Tó so, nakrir skúlar hava fingið innbjóðing. Studentaskúlin kemur at vitja við einum flokki og eisini Handilsskúlin, sigur Birgir Poulsen.
Talið á framsýnarum er í ár 30, í mun til 21 í fjør. Hetta er ein av
orsøkunum til, at messan er flutt. eisini hava fleiri ynskt størri básar, tí fleiri hava hug at gera meira burturúr í ár.
Birgir Poulsen væntar eisini fleiri vitjandi í ár, enn í fjør. Í ár er tann broyting gjørd, at tey vitjandi gjalda ikki fyri at koma inn. Í ár eru ókeypis atgongukort send heilsølum og framleiðarum, sum tey so hava sent
> víðari til sínar kundar. Birgir Poulsen leggur tó dent á, at hevur onkur ikki fingið, so fáa tey tað við hurðina.
Besti básur
Birgir Poulsen metir, at fleri hava hug at gera nógv burturúr básinum á ár.
Í fjør var besti básur ikki kosin, men ætlanin er at kjósa besta bás á Vørumessuni '99.
- Hetta er ikki fyri at fáa kapping í, men tað ger helst, at básarnir hava ein ávísan standard, sigur Birgir Poulsen.
Vanliga fáa luttakandi fyritøkurnar fitt burturúr og Birgir Poulsen sigur, at í fjør vóru bæði kundar og framsýnarar væl nøgdir. Hetta kom millum annað til sjóndar við tað, at longu áðrenn messan í fjør var liðug, høvdu fleiri biðið um pláss til messuna í ár.
Birgir Poulsen væntar, at hetta er tiltak, ið verður afturvendandi komandi árini, men hann er tó varin við at spáa ov langt fram í tíðina, tí so nógv kann henda. Men hann ivast ikki í, at komandi árini verður tørvur á slíkari messu.