- Alt ein stór misskiljing

Í dag varð ein maður meldaður fyri at hava skrætt eina valplakat niður í Klaksvík. - Men, alt var ein stór misskiljing, sigur løgreglan.

Fyri nøkrum døgum síðan gjørdi Annika Olsen, landsstýriskvinna, á sínari facebook-síðu vart við, at fólk høvdu skrætt nakrar av hennara valplakatum niður.

 

Í dag var tað Óluvá Klettskarð, sum gjørdi vart við, at ein bilur var komin fram við, har "tjóðveldisplakat" hekk uppi, og at viðkomandi, sum var í bilinum, hevði skrætt plakatina niður.

 

Men, til alla lukku sóu fólk tilburðin - og sóu eisini nummarplátuna á biinum - og meldaðu málið til løgregluna.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn váttar í kvøld yvirfyri in.fo, at tey í dag fingu eina fráboðan úr Klaksvík, har tað segðist, at ein plakat varð skrødd niður.

 

- Men, tað vísti seg, at alt var ein stór misskiljing. Maðurin, ið skuldi ansa eftir húsinum fyri beiggja sín, sum er burtur, visti ikki, at loyvið varð givið til at heingja valplakatina á veggin.

 

Vaktleiðarin sigur, at tá tað gjørdist greitt, at loyvi frammanundan varð givið til at heingja tjóðveldisplakatina upp, syrgdi maðurin, sum hevði tikið plakatina niður, fyri at heingja somu plakat uppaftur.

 

- So, henda valplakatin var ikki meira skrødd niður enn so, sigur vaktleiðarin, ið endurtekur, at hetta alt var ein stór misskiljing millum húsaeigaran og beiggjan, sum skuldi ansa eftir húsunum.