Eftir skrivingini at døma halda teir seg sum løgtingsmenn ikki koma undir somu reglur, sum onnur, ið eiga at gjalda skatt eftir, hvar húski teirra býr.
Møguliga kenna teir á sær, at tað er ov løggut av teimum ikki gjalda skatt til ta kommununa, sum teir hava sítt politiska grundfesti í.
Men er hetta eitt val, sum teir ráða fyri sjálvir?
Nú hava vit hoyrt, hvat Jan Christiansen sigur. Hann ivast ikki í, at teir av røttum eru skattaborgarar í Havn.
Vit hava eisini hoyrt teir báðar Finnleif Guttesen og Jógvan Krosslá. Teir vilja ikki av við pengarnar, sum teirra kommunur hava fingið hvønn mánaða í áravís.
Vit hava somuleiðis hoyrt, at Jóannes er til reiðar at fara í rættin og løgtingið við málinum, og Henrik boðar frá, at hann framvegis vil verða tann bøfressur, sum hann er.
Nú er eftir er at fáa úrskurð frá teimum, sum umsita skattalógir landsins.
Toll- og Skattstova Føroya - ella hvør tað nú er, sum hevur best skil á hesum - eigur sum skjótast at koma út á vøllin og siga okkum, hvat er rætt og hvat er skeivt í hesum máli.
Hvørki skattamyndugleikar, kommunur ella løgtingsmenn kunna vera bekentir við ta óvissu og togtogan, sum nú bleiv um skattakrónurnar hjá tveimum løgtingsmonnum.