Alt bendir á borgarligan stórsigur í Íslandi

Íslendingar fara í dag, leygardagin 27. apríl, at velja nýtt Alting.

Veljarakanningar hava leingi boðað frá stjórnarskifti eftir valið, og nýggjasta kanningin, sum varð kunngjørd fríggjakvøldið, boðar frá stórsigri til teir báðar stóru andstøðuflokkarnar hetta seinasta valskeiðið. Harvið er lítil ella eingin ivi um, at tað verður stjórnarskifti í grannalandinum fyri vestan.

Framsóknarflokkurin hevur sambært kanningunum leingi havt størstu undirtøkuna millum veljararnar. Men í endaspurtinum tykist konservativi Sjálvstæðisflokkurin orduliga at hava gjørt eitt skarvslop.

Sambært Gallupkanning, sum fríggjakvøldið varð kunngjørd í RUV, so eru líkindi fyri, at Sjálvstæðisflokkurin á valinum í dag fer at fáa 27,9 prosent av atkvøðunum. Framsóknarflokkurin fær 24,0 prosent. Soleiðis var støðan, tá ið kanningin varð gjørd. Tað var í døgunum 18. til 25. apríl. Tá vóru tað framvegis mong, sum søgdu seg ivast í, hvørjum tey fóru at atkvøða fyri.

Tá ið andstøðuflokkarnir, sum ofta hava samstarvað í samgongu, fyri fáum døgum síðani áttu 52,6 prosent av atkvøðunum, so skal nógv venda øðrvísi í kvøld, enn tað hevur gjørt síðstu vikuna, um talan ikki skal verða um stjórnarskifti.

Stjórnarflokkarnir standa seg illa í nýggjastu veljarakanningini. Samfylkingin fær 14,6 prosent, og Vinstri-grøni 10,0 prosent. Millum hinar ellivu flokkarnar, sum bjóða seg fram, er tað mest sannlíkt, at Bjørt framíð vinnur umboðan í tinginum. Kanningin gevur hesum flokkinum 6,1 prosent av atkvøðunum.

63 limir eru í Altinginum. Á valinum fyri fýra árum síðani varð Samfylkingin størsti flokkur (20), Sjálvstæðisflokkurin næststørstur (16), so Vinstri-grøni (14), Framsóknarflokkurin (9) og Borgarafylkingin (4).

Fimtan flokkar eru á valseðlunum, og tað er met. Talið á valevnum er eisini tað hægsta, sum tað nakrantíð hevur verið.

237.957 hava valrætt. Tað eru 4,4 prosent fleiri enn 25. apríl í 2009, tá ið veljaratalið var 227.843.

Á valinum fyri fýra árum síðani var valluttøkan 85,1 prosent.

Valhølini lata upp klokkan 9, og tey verða opin inntil klokkan 22.