Alt bíðar til tað seinasta

Nærum líka mikið hvussu dystirnir í 26. umfarinum laga seg, tykist tað vera púrasta víst, at hvørki niðurflyting ella meistaraheiti verða avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi

Formula-deildin, 25. umfar

Spenningurin er intaktur. Tað má vera fremsta staðfestingin, eftir at øll oddaliðini mistu stig í triða seinasta umfarinum av Formula-deildini, samstundis sum TB við einum sigri lyfti seg av botnplássinum fyri fyrstu ferð síðani 14. umfarið.

GÍ í stórum vanda
Fyri at byrja við botninum, so hevur TB tey bæði seinastu umførini av álvara tikið stór fet úr botninum. Sigrar á ávíkavist GÍ og Skála hava tikið liðið fram um grannarnar úr Vági, og júst hesir verða mótstøðumenninir í næsta dystinum.
Hesin verður á Sevmýri, har grannauppgerðirnar aloftast eru bæði intensar og spennandi. Og við eini niðurflyting sum eykavinningi til taparan er ikki líkt til, at talan verður um ein dyst fyri veikara sálir.
Men heldur ikki gøtumenn skulu kenna seg tryggar. Síðani summarsteðgin hevur mest sum einki borið til, og tann veruleikin varð aftur staðfestur við stóra tapinum fyri EB/Streymi. Tað kann vera, at venjaraeffektin fer at geva úrslitum í komandi uppgávum, men tað verður so eisini neyðugt, nú B36 og Skála eru tey bæði seinastu mótstøðuliðini. Og tá TB og VB dystast næstuferð, hava gøtumenn krav um stig hangandi yvir sær, tí alt annað vil viðføra, at liðið dettur enn eitt pláss niður á talvuni.
Hinvegin kann bara eitt stig hava við sær, at niðurflytingin verður avgjørd undan seinasta leikdegi. Gøtumenn eru í løtuni tvey stig undan VB, og við eini betri innanhýsis uppgerð mótvegis vágbingunum, vil ein javnleikur vera nóg mikið, treytað av at VB ikki fær stig við sær av Sevmýri.

Grannauppgerðin avger FM
Í oddinum er støðan mest sum óbroytt eftir hetta umfarið. Gaman í tapti Skála, soleiðis at teir mistu eitt stig í mun til tey bæði havnarfeløgini, men tað broytti sum so ikki tað stóra um fortreytirnar hjá Skála. Kravið hjá Skála er tó, at seks stig verða fingin úr seinastu tveimum dystunum. Og fyrst og fremst á Eiði, har talan verður um eina alt annað enn lætta uppgávu.
Hartil skulu teir orangju-littu vóna, at talan verður um javnleik, tá havnarfeløgini bæði fara á vøllin í seinasta umfarinum.
Hinvegin er formkurvan hjá Skála einki at reypa av í løtuni. Rætt og slætt, so hevur liðið ikki vunnið, síðani teir tann 28. august vunnu 2-1 á ÍF við einum brotssparksmáli í evstu løtu. Og tað er ikki nakað, sum kann rópast meistaraformur.
Tað hava B36 og HB kanska heldur ikki sýnt seinastu tíðina, men enn standa tey bæði havnarfeløgini einsamøll við avgerðini. Her tykist alt at standa og falla við seinasta dystinum, og sjálvt um tað er ilt at spáa um framtíðina, so tykist tað vera lítið sannlíkt, at fortreytirnar fyri hesum skulu broytast serliga nógv undan seinasta umfarinum.
Teoretiskt kann gullið verða avgjørt unda seinasta dystinum. Men tað krevur ein B36-sigur í Gøtu, samstundis um HB skal tapa heimadystin móti Skála, samstundis sum Skála ikki skal fáa fulla úrtøku á Eiði. Men tá eru so nógv men og samstundis, at tann møguleikin ikki kann roknast sum serliga veruleikanærur.

Eingin koyrir í frígear
Hóast vit bara hava nevnt trý lið úr hvørjum enda omanfyri, so merkir tað tó ikki, at hini ikki hava nakað at spæla fyri. Tí enn hava bæði EB/Streymur og NSÍ møguleikan fyri bronsuni, eins og hvørki ÍF ella KÍ kunnu kenna seg heilt trygg í botnstríðnum.
Hjá teimum báðum seinastu er tó galdandi, at nógv skal ganga galið, um tey ikki skulu megna frísak, men møguligir sigrar til TB og GÍ í 26. umfarinum kunnu tó av álvara blása spenning í aftur.
Hinvegin eru møguleikarnir hjá EB/Streymi og NSÍ fyri bronsuni og harvið Toto-plássinum meira ítøkiligir. Hjá Skála eru nú bara tvey stig niður til runavíkingarnar, og klárar EB/Streymur at koppa Skála í komandi heimadystinum, so standa skálamenninir eisini við einum innanhýsis roknskapi, sum er veikari enn hjá bæði EB/Streymi og NSÍ.
NSÍ skal í teimum báðum seinastu umførunum spæla móti ÍF (h) og KÍ (ú). EB/Streymur skal eftir Skála-dystin á vitjan hjá VB, meðan Skála í seinasta dystinum tekur ímóti GÍ.