Øll tiltøk fyri at betra um viðurskiftini á útoyggj í ár bíða eftir fíggjalógini, sum arbeitt verður við í løtuni, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum.
Í fíggjarlógaruppskotinum, sum gjørt varð í fjør, men ongantíð varð til nakað orsakað av nývali, vóru 700.000,- krónur settar av til at betra um umtøðurnar á útoyggj.
Ætlan landsstýrismansins var at betra um samferðslumøguleikarnar, men í samráði við Útoyggjafelagið og Strandferðsluna, varð gjørt av at kanna aðrar møguleikar enn bara ferðaætlan. Eitt nú farmaflutning o.t. sigur Bjarni Djurholm.
Ætlandi skal betri internetsamband fáast út í Mykines, Hest og Koltur á sama hátt sum Fugloy og Svínoy hava fingið, fyri á tann hátt at betra um samskiftismøguleikarnar á útoyggj. Skúvoy og Dímum koma so seinni, sigur hann.
Eitt annað mál er at bøta um infrastrukturin á útoyggjunum, sigur landsstýrismaðurin. Har eru trý ávís mál uppi í løtuni, vísir hann á.
Arbeitt verður við at gera atløgubryggu Inni í Kumlum í Mykinesi við tilhoyrandi vegi, so koyrandi er av bryggjuni og til hús. Aldu- og streymmátingar eru gjørdar, og royndirnar eru nú til kanningar í Danmark.
Eisini skulu atløguviðurskiftini í Skúvoy enduskoðast, og at enda verður arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri tunli í Svínoy.
?Men Landsverkfrøðingurin fær einki gjørt í løtuni, tí eingin figgjarlóg er, vísir Bjarni djurholm á.









