Fótbóltur
Tað er aftur gerandisdagur í Fuglafirði. Í øllum førum, tá tosað verður um grannauppgerðir, har GÍ mest sum altíð hevur verið drúgvari enn fuglfirðingarnir.
Í vár var støðan tó nakað øðrvísi, tá ÍF fyri fyrstu ferð í nógv ár vann á GÍ, og tað var eisini heilt leingi, at vónin um eina endurtøku livdi sunnudagin.
Gott málmansspæl
Fyrri hálvleikur var sera lívligur, og at eingi mál komu hesa løtuna var einamest góðum málmansspæli frá Poul Næs Joensen í GÍ-málinum at takka. Hann er læntur frá HB fyri restina av kappingarárinum, og heldur hann støðinum, sum hann sýndi hesaferð, so er lítið at ivast í, at hann kann gerast góður fongur hjá GÍ.
Tað nervaði tó fuglfirðingarnar, at teir vórðu noyddir at fremja broytingar hampuliga tíðliga í dystinum. Eftir hálva tímanum fór Poul Ennigarð av vøllinum við skaða, og sama søgan endurtók seg, tá Sylla beint fyri steðgin mátta geva skarvin yvir.
Tað gav GÍ betri rásarúm eftir steðgin, og teir royndu eisini at leggja trýst á fuglfirðingarnar. Teir spældu seg eisini til møguleikar, men eins og Poul var tað fyri steðgin, so var tað nú Jacob Kaas í ÍF-málinum, sum sýndi gott spæl.
Soleiðis gjørdist talan um hampuliga tunga gongd hjá GÍ, og tá ÍF so eisini kom á odda, mundu fleiri av viðhaldsfólkunum hjá GÍ halda, at hetta bara skuldi vera ein av døgunum, har einki vildi bera til.
Koppaðu øllum
Men tað hildu spælararnir ikki. Teir løgdu enn meira fyri, og tá ÍF samstundis ótilvitað varð trýst longur aftur, kom serstaka treiskni hjá GÍ enn einaferð til sjóndar.
Hans Jørgen Djurhuus var upphavsmaður til útjavnandi málið, tá hann slapp oman at baklinjuni, áðrenn hann fann ein púra leysan Sámal Joensen. Og l ítla løtu seinni fann eitt nýtt innlegg úr vinstru høvdið á Krzysztof Popczynski, og so stóð 1-2.
Fuglfirðingar royndu nú at spenna bogan høgt seinastu løtuna. Men ein minutt fyri dystarlok kundi Krzysztof avgera dystin fullkomuliga. Hesaferð var talan um sera góða skotroynd, sum fullkomuliga tók ÍF-málverjan á bóli, og so kundu gøtumenn av álvara fegnast. Ikki bara megnaðu teir fyri aðru ferð í ár at vinna á ÍF. Meira týdningarmikið var helst, at teir við teimum trimum stigunum av álvara togaðu seg úr botninum, sum fyri tað nógva hevur verið óhugnaliga nær hetta kappingarárið.
Hjá ÍF stendur hinvegin verri til. Enn hava teir trý stig niður til KÍ, sum framvegis er beint undir strikuni, men soleiðis sum úrtøkan hjá fuglfirðingunum hevur verið teir nógvu seinastu dystirnar, so skal vend koma í, áðrenn alt ov leingi. Komandi umfarið skulu teir vitja á Skála, og tann dysturin verður so ikki av lættara slagnum. Hinvegin, so hava fuglfirðingarnir ikki tapt fyri Skála í ár, og tað er kanska ein sannroynd, sum teir kunnu nýta positivt.