Kvinnuhondbóltur
Ikki var tað júst mest spennandi hondbóltsupplivingin, áskoðararnir í høllini á Hálsi í Havn fingu seinnapartin sunnudagin, tá Neistin tók móti Tjaldri.
Frá byrjan til enda var munur á liðunum, og Neistin tók seg skjótt framum og útbygdi síðani leiðsluna trygt, til dysturin at enda var vunnin við níggju málum.
Hjá Neistanum var mest eyðsýndi spælarin Simona Dziugyte, ið annars ikki altíð er sloppin at gera so nógv um seg í undanfarnu dystunum. Men hesa ferð átti hon 14 av teimum 24 málunum hjá Neistanum.
Hartil skal so sigast, at ein part av fyrra hálvleiki og stórar partar av seinna hálvleiki var hon mansvard. Kortini var hon ikki til at steðgað, men átti størsta leiklutin í stórsigrinum hjá Neistanum.
Men Neistin hevði eisini aðrar spælarar, ið kundu hava ein fingur við í spælinum. Soleiðis vóru fleiri við í gjøgnumbrotunum, hóast Simona oftast hevði síðstu hond á bóltinum.
Tjaldur hevði hinvegin ikki so nógvar streingir at spæla uppá. Tó var tað aftur hesa ferð Milica Ergic, ið stóð fyri tí mesta ? hóast Neistin gjørdi nokk so nógv burtur úr at mansverja hana.
Trupulleikin hjá Tjaldrinum var bara, at tá Milica var tikin burturúr, var eingin at lyfta arvin og skapa nakra veruliga hóttan móti Neistanum, ið stýrdi dystinum úr enda í annan.
Við sigrinum er Neistin á næstfremsta plássi og hevur bara eitt stig minni enn oddaliðið VB. Tjaldur eigur framvegis fyrsta stigafongin á, eftir at fyrstu fýra dystirnir eru spældir.
Dysturin í tølum:
Neistin-Tjaldur 24-15 (13-7)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte 14 (3), Rakul Augustinussen 2, Ata Høgnadóttir 2, Mildrið Jacobsen 2, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1, Bjørg Patursson 1
Tjaldur: Milica Ergic 8 (3), Kristine Ellingsgaard 2, Turið Lamhauge 2, Beinta Joensen 2, Lenka Bibaric 1
Brotskøst: Neistin 4, Tjaldur 3
Útvísingar: Tjaldur 3
Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Hallur Danielsen