Jákup Mørk
Tað skiltist á øllum brøgdum, at vágamenn vóru fegnir um sigurin á ÍF leygardagin.
Teir høvdu eisini alla orsøk at fegnast, tí við sigrinum megnaði FS Vágar eisini at røkka málinum, sum teir høvdu sett sær undan kappingarársbyrjan.
Treyt fyri framtíðini
Tá segði Álvur Samuelsen, formaður í felagnum, at framtíðin hjá felagnum var tvinnað saman við, um liðið stóð seg í fyrstu deild, og hesum er liðskiparin als ikki ósamdur í.
- Sigurin í dag bjargaði lívinum hjá felagnum, heldur Ari fyri.
- Sjálvandi kann hetta ikki sigast við vissu, men tað rokni eg so við, men um hetta er veruleiki fær man tó ongantíð at vita.
Spurdur um hvørjar vónir hann hevði til komandi kappingarárið, segði liðformaðurin, at talan helst verður um enn eitt torført ár.
- Nú fari eg fyri fyrst at taka mær av løttum, men eg haldi meg tó longu nú kunna siga, at talan verður um eitt sera trupult ár hjá okkum. Tilgongdin av leikarum verður helst millum lítil og eingin. Onkrir av ungu leikarunum fara helst at mennast enn meira, men yvirhøvur er hópurin ov tunnur, og hevur eisini verið tað síðani summarsteðgin. Av spælarum, sum tá fóru, varð einamest tosað um skiftið hjá Darius, men hópur av øðrum spælarum flutti tá eisini úr felagnum, og hetta hevur eisini merkt venjinginga.
- Hetta merkti nevnliga, at kappingin um plássini gjørdist so at siga eingin, og tá so er, er sera torført at fáa spælararnir at geva seg nóg nógv, og hetta hevur eisini verið sjónligt, tá dystir verða leiktir, heldur liðformaðurin.
Hvsussu verður við øllum hesum, ber sjálvandi illa til at taka støðu um nú. At tað ikki altíð gongu sum gitt, er júst lidna kappingarár eitt talandi dømi um, so tað kann hóast alt verða, at talan hjá liðformanninum verður øðrvísi um eitt knapt ár ella so.