Ynski handan Open Xpression er at skapa eitt forum har listafólk fáa høvið at vísa sína list og deila sínar hugsanir og hugskot, við tí vón at skapa eitt størri samstarv millum føroysk listafólk og geva einari áskoðarafjøld innlit og høvi at koma inn á lívi á sjálvari listini. Kvøldi tann 14.Juli inniheldur tí trý elementir.
Talan er um forum, showcase og open mic.
Tiltakið er ætla listafólkið innan allar hugsandi greinir; ert tú ein av teimum ið kundi hugsa sær at luttikið er bert at seta seg í samband við Open Xpressions Tórshavn, ið er at finna á facebook.
Listafólk, ið vera við:
Anna Malan Dans/film
Elisabeth H. Í Gong - Móti
Andri Gerðisá - Fotolist
Fróði Hansen - Tónleikur
Heri G. Eystberg - Fotolist
Silja eystberg Wendelboe - Myndlist
Konni kass - Tónleikur
Kirstin Helgadóttir - Myndlist
Milja Hanusardóttir - Móti/Myndlist
Henry á Fríðksmørk - Ljóðlist
Ingi Sørensen - Myndlist
Lyon Hansen - Tónleikur
Diana J. Hansen - Dansur
Ditte Mathilda Joensen - Fotolist
Biit - Dansur
Jóna Thomsen Dansur/film
Rasmus Borðoy - Tónleikur
Maira (Klippfisk)
Open Xpression var fyrstu fer í Oslo í 2010. Frá fyrsta sinnið var hettar tiltak ein stór succes og er síðan støðugt vaksið til eitt fast tiltak, ið er at finna um alt Norra. Open Xpression verður hildið næstan hvørja viku ymsa staðni í Noregi, og hevur serliga gjørt um seg í Oslo og Drammen.
Fyri at fáa meir at vita um Open Xpression ber til at leita sær inn á heimasíðuna hjá Nordic Black Theatre: www.nordicblacktheatre.no
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.