Alsamt fleiri tilflytarar

- men teir hava trupult at fáa størv samsvarandi sínum førleikum.

Føroyska samfelagið telist helst millum mest einsháttaðu samfeløg í heiminum, tá ið hugt verður at fólkasamansetingini.

 

Sambært uppgerð hjá Hagstovuni hava 97 prosent av fólkinum í Føroyum danskan ríkisborgararætt, og altso bara trý prosent hava annan tjóðskap. Sama søgan ger seg galdandi, um hugt verður eftir føðilondunum hjá fólkinum í Føroyum. Nógv flestu fólkini eru nevniliga fødd í norðurlondum. 43.877 fólk fødd í Føroyum, 3.799 í Danmark, 247 í Íslandi, 187 í Noregi, 160 í Grønlandi, 84 í Svøríki og 11 í Finnlandi. Tilsamans eru tey 48,365 fólk, ið svarar til 97 prosent av teimum, sum búgva í Føroyum.

 

Seinastu trý árini hava tó áleið 300 útlendingar um árið fingið antin arbeiðs- ella uppihaldsloyvi. Høvuðsorsøkin er, at føroyska arbeiðsloysi hevur verið niðanfyri 3,5 prosent, ið merkir at ES borgarar ikki nýtast at vera faklærdir fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

 

Við hesum í huga, er løgið, at tað ikki eru fleiri ítøkilig arbeiðsmarknaðartilboð til útlendingarnir, sum koma higar. Fleiri av útlendingunum hava gjørt vart við, at teir ikki fáa svar á sínar starvsumsóknir, umframt, at teir hava trupult við at fáa síni formligu førleikaprógv viðurkend í Føroyum. Tað liggur tískil í kortunum hjá Útlendingastovuni at orða eitt tilmæli til landsstýri, um at fremja ábøtur á økinum, gjørdi hon greitt á eini ráðstevnu í vikuni.

 

Vikuskiftisosialurin hevur stórt tema um avbjóðingar hjá útlendingum í føroyska samfelagnum hesa vikuna. Sosialurin fæst til keyps í sølubúðum kring alt landi, umframt í talgildari útgávu her.