Í januar var talið av løntakarum 25.734, og er hetta methøgt Hagstovan skrivar á heimasíðu síni, at talið av løntakarum í Føroyum hevur verið í støðugum vøkstri síðani 1994.
Í januar 1994 vóru 17.382 løntakarar og í januar 2008 eru løntakararnir vorðnir 25.734. Hetta er ein munur upp á 8.352 løntakarar. Bara seinastu tvey árini er løntakartalið í januar vaksið við uml. 1.300 løntakarum.
Løntakararnir vóru 1,5% fleiri í januar í ár í mun til í fjør. Tó eru løntakararnir í fiskivinnuni og øðrum ráevnisvinnum vorðnir 9% færri hetta seinasta árið. Í byggivinnuni eru nú 5% fleiri løntakarar enn sama tíðarskeið í fjør.