Í 2014 vóru 137.510 gistingar í Føroyum, samanborið við 128.767 í 2013. Sambært Visit Faroe Islands stavar allur vøksturin frá útlendska marknaðinum. Útlandsmarknaðurin aleinaður vaks við 12 prosentum, svarandi til 11.014 fleiri gistingar. Sama tíðarskeið fall føroyski marknaðurin við 6 prosentum ella 2.271 gistingum.
Serliga eru tað norðmenn, sum nú aftur hava uppdagað Føroyar. Norski marknaðurin vaks við 50 prosentum, svarandi til nærum 4.000 gistingar fleiri enn árið fyri. Eisini vaks talið á gistingum úr Svøríki, Italia, USA, Niðurlondum og Fraklandi. Danski parturin av gistingum er nú undir 50 prosent.
Visit Faroe Islands skrivar í síni ársfrágreiðing, at samstundis sum talið av gistingum er vaksið, er talið av komum lækkað.
- Hetta merkir, at gestirnir hava steðgað longri sum heild ella longri á hvørjum stað, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.
Talið av cruisegestum er meira enn fimmfaldað síðani 1999. Í 2014 vitjaðu 50.304 cruisegestir í Føroyum við 54 ferðafólkaskipum. Hóast flestu teirra enn leggja at í Havnini, so hava seinastu trý árini fleiri skip enn vanligt lagt at í Klaksvík.









