Í september vóru 25.429 løntakarar í Føroyum
Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjaru uppgerð.
Hagtstovan sigur, at seinastu tríggjar mánaðirnar hevur tað verið lítil vøkstur hvønn mánað, so í september vóru 100 fleiri løntakarar enn í summar.
Í fiski- og alivinnuni hevur tað verið eitt sindur upp og niður í ár. Frá januar til mars var framgongd, men so vóru færri løntakarar í fiski- og alivinnuni í alt summar, samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Í august vóru aftur fleiri, men nú í september vóru tað 50 færri í fiski- og alivinnu í mun til í september í fjør.
Byggivinnan hevur framvegis stóra framgongd. Bæði í tali á løntakarum og í prosentum er byggivinnan tann høvuðsvinnubólkur sum hevur størstu framgongd. Í september vóru 3.642 løntakarar í byggivinnuni og tað eru 251 løntakarar fleiri enn árið fyri. Framgongdin er 7,4 prosent.
Privatu tænastuvinnurnar eru vaksnar 2,5 prosent seinasta árið, meðan almenn fyrisiting og tænastur er vaksin 1,5 prosent, sigur Hagstovan.










