Alsamt fleiri býta um vørur og tænastur

Danir hava rættiliga tikið býtisbúskapin til sín, men enn er tað ikki púra vanligur partur av gerandisdegnum. Kanning hjá Nordea vísir, at býtisbúskapurin er alt meira vanligur í Danmark.

Danir hava rættiliga tikið býtisbúskapin til sín, men enn er tað ikki púra vanligur partur av gerandisdegnum. Kanning hjá Nordea vísir, at býtisbúskapurin er alt meira vanligur í Danmark.

 

Fimti hvør – ella 19 prosent – millum 18 og 65 ár hevur seinastu seks mánaðirnar tikið lut í býtisbúskapi. Tað vil siga leigað, býtt um, deilt ella leigað út via sosialu miðlarnar. Men tó ikki so nógv, at býtisbúskapur rættiliga hevur fest røtur, heldur Ann Lehmann Erichsen, sum er nýtslubúskaparfrøðingur í Noreda.

 

– Upp á trý ár er luttøkan hjá dønum í býtisbúskapi meira enn seksfaldað síðan mína fyrstu kanning í 2014. Býtsbúskapurin er nú við at vera har – men enn vantar, at hann verður púra vanligur partur av gerandisdegnum, sigur hon.

 

– Tað undrar meg, at fólk heilt upp í 55 ár gera sær dælt av býtisbúskapi, og so síggja vit eisini, at býtisbúskapurin breiðir seg um alt landið. So býtisbúskapur er vorðin meira mainstrem, sigur Ann Lehman Erichsen.

 

Býtisbúskapur er nógv annað enn Über og Airbnb. Eisini klæðir, landbúnaðartól, keyp og aðrar veitingar. Og tað, sum fær fleiri við í býtisbúskapin er, at vinir og kenningar deila positivar upplivingar.

 

– Vit kenna onkran á arbeiðsplássinum ella vinir, sum hava havt góðar upplivingar við tí. Tað er munn-til-munn-metodan. Vit kunnu siga, at fimti hvør dani hevur roynt býtisbúskap. Men framvegis mangla gerandisbrúkarar, sigur nýtslubúskaparfrøðingurin.

 

Tað eru tó ikki øll, sum taka undir við »at býta«. Býtisbúskapur, sum Nordea lýsir sum brúkarar, sum »leiga/leiga út/býta um við aðrar brúkarar via til dømis apps og digitalar platformar á netinum/sosialu miðlum«. Og tað kann vera alt frá bústaði, bili og klæðum til tænastuveitingar. Men býtisbúskapurin er slett ikki við hjá teimum eldru. Bara 20. hvør yvir 66 hevur roynt møguleikan.

 

– Og triðji hvør sigur, at tey ongantíð kundu funnið upp á tað. Tað er synd, tí býtisbúskapur kann vera so nógv annað enn at býta um bústað, sigur Ann Lehmann Erichsen.

 

– Tað eru jú eisini tænastur sum hjálp at keypa inn, at vaska, har eru smáar uppgávur – og fyri ein góðan prís, sum tey eldru kunnu fáa gleði av, sigur hon.

 

Sambært danska vinnumálaráðnum eru umleið 144 býtisbúskaparvirki í Danmark.

 

/ritzau/