Alsamt færri ung roykja

Tað er alt færri ung, sum roykja dagliga, men alt fleiri snúsa í staðin. Tað vísir spurnarkanning, ið er gjørd av 9. floksnæmingum.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur gjørt eina kanning av 9. floks næmingum umhugburð og atburð viðvíkjandi m.a. rúsevnum.

 

Kanningin hevur verið gjørd síðan 1995 við eini fýra ára millumbili. Kanningin, sum nú er almannakunngjørd var gjørd í 2015.

 

Allir 9. flokkar fingu møguleikan at verða við og tilsamans eru tað 88.3% av næmingunum, sum hava svarað kanningini.

 

Kanningin er long og tað eru nógv evnir, ið spurt verður um, men nøkur av lyklatølunum eru sum fylgjandi:

 

Sigarettir: 8% av 9. floksnæmingum siga seg hava roykt minst eina sigarett dagliga, seinastu 30
Í Finlandi var talið 11% og í Danmark var tað 9%. Svøríki, Ísland og Norra liggja øll undir okkum í samlaðar yvirlitinum. Norra er niðast, samlað sæð, á øllum yvirlitinum, har 2% av 9. floks næmingunum siga seg roykja dagliga. Bulgaria er ovast. 25% av teimum spurdu siga seg roykja dagliga.
Royking hevur verið í støðugari minking seinastu árini. Í 1996 søgdu 39% seg roykja dagliga, men talið hevur verið í minking hvørt ár síðan tað, einasta undantak er kanningin í 2003, og er, sum sagt, komið niður á 8% í seinastu kanning.

 

Rúsdrekka: 19.2% siga seg ongantíð hava roynt rúsdrekka, 30.9% siga seg ikki hava roynt tað seinastu 12 mánaðirnar og 62.3% siga seg ikki hava roynt rúsdrekka seinastu 30 dagarnar.
Í 2011 vórðu tað 55.7% av teimum spurdu, sum ikki høvdu roynt rúsdrekka seinastu 30 dagarnar.
10.3% søgdu seg hava drukki seg full minst einaferð seinastu 30 dagarnar, sum er sama úrslit sum í 2011, tá 10.5% søgdu seg hava drukkið seg full minst einaferð seinastu 30 dagarnar.
Samaumtikið liggja vit niðarlaga samanborðið við hini evropisku londini, men grannalondini Svøríki, Ísland, Norra og Finland liggja øll niðanfyri okkum í nýtslu av rúsdrekka.

 

Snús: Tað eru alt fleiri, ið brúka snús í seinastu kanning í mun til undanfarnar kanningar. 15.6% siga seg hava roynt snús seinastu 30 dagarnar. í 2007 var talið 4.5%. Tað var ikki spurt um snús nýtslu í 2011.