Alsamt færri fiskimenn

Síðan 2005 er talið av ársverkum í føroyska fiskiflotanum minkað við meiri enn 20%. Sambært roknskapargreining yvir fiskiflotan, sum grannskoðarafelagið Nota hevur gjørt, minkar talið av ársverkum í føroyska fiskiflotanum alsamt.

Meðan ársverkini í 2005 vóru 1.086, vóru tey í 2009 komin heilt niður á 865. Minkingin hesi árini var soleiðis meiri enn 20%.

Í 2005 vóru tilsamans 1.086 ársverk í fiskiflotanum, í 2006 var talið 1.072, í 2007 1.030, í 2008 vóru tey 883, og í 2009 vóru tey komin heilt niður á 865.

Eisini í 2009 eru tað línuskipini, sum hava flestu ársverkini, síðan koma partrolarar og verksmiðjuskip.

Men tað eru ikki bara ársverkini, sum eru minkað í tali hesi árini. Tað eru skipini eisini.

Greiningin hjá Nota fevnir um flestu skip í føroyska fiskiflotanum. Bert nøkur fá skip eru ikki við, og tí gevur greiningin eina greiða mynd av støðuni.