ALS - virkar als ikki nóg væl

- Broytingarnar, sum vórðu samtyktar tíðliga í summar fyri at betra um møguleikarnar hjá sjófólki at fáa útgjald úr ALS, hava lítla og onga ávirkan havt, sigur Jan Højgaard. Svarið, sum landsstýrismaðurin, Jóhan Dahl, hevur givið Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum spurdi, hvussu gongur hjá fiskimonnum og sjófólki at fáa útgjald úr ALS, undrar ikki so lítið formannin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard.

- Tað gongur illa hjá okkara limum at fáa útgjald, tá tørvur er á útgjaldi fyri mista inntøku. Eg haldi, at broytingarnar, sum samtyktar vórðu tíðliga í summar, eru uppblástar og hava lítla og onga ávirkan havt á útgjaldsmøguleikarnar hjá okkara limum, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.

Hann heldur, at treytirnar, sum ALS setir, eru ov harðar, og tí fella nógvir fiskimenn framvegis uttan fyri í verandi skipan.

- Hetta er als ikki nóg gott, og eg veit ikki, hví fiskimenn og sjófólk skulu viðfarast so nógv øðrvísi enn aðrir borgarar í samfelagnum.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum vísir á, at skulu fiskimenn fáa útgald eftir nýggju skipanini og lýstu kunngerð landsstýrismanna, skulu váttanir fyriliggja.

Og sjálvandi skulu tær tað.

- Men váttanir skulu valdast, heldur Jan Højgaard.

Hann vísir á, at í summum førum skulu váttanir fyriliggja, bæði frá reiðara og eitt nú bedingini, har skipið er ? og viðhvørt skulu so aftur nýggjar váttanir til fyri, at fólk skulu fáa síni rættindi.

Jan Højgaard heldur ikki, at broytta lógin og lýsta kunngerðin gera umstøðurnar í ALS nóg góðar.

- Skipanin tryggjar ikki í nóg stóran mun okkara limir, sum á ymiskan hátt detta niður ímillum í skipanini, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum.