Lága arbeiðsloysi ger, at Arbeiðsloysisskipanin hevur valt at gera ávísar broytingar í sínum virksemi. Fjølsmiðjan, sum higartil hevur hildið til uppi á Sandvíkarhjalla, flytir nú oman í miðbýin.
Arbeiðsloysisskipanin hevur gjørt eina avtalu við Havnar Arbeiðsmannafelag um at leiga eina hædd í bygningi teirra á Tinghúsvegnum. Talan er um ein part av nýggja bygninginum og part av tí bygninginum, sum Landsverk heldur til í sum nú er. Hesin bygningurin er beint yvir av høvuðssætinum hjá ALS í miðbýnum.
- Hetta er ein liður í eini tillaging av virkseminum hjá okkum sambært støðuni á arbeiðsmarknaðinum í løtuni, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri á Arbeiðsloysistryggingini. Hann sigur, at lága talið av arbeiðsleysum ger, at Fjølsmiðjan ikki hevur tørv á so mongum fermetrum, sum hon ræður yvir í løtuni.
- Tá fjølsmiðjan byrjaði, ímyndaðu vit okkum, at vit fóru at hava tørv á einum hølum, sum teimum vit hava nú á Sandvíkarhjalla. Nú er tó neyðugt hjá okkum at flyta í minni hølir, tí tey eru so fá, sum luttaka í Fjølsmiðjuni, sigur hann. Fjølsmiðjan heldur til í bygninginum, sum 360 helt til í áður.
Magni á Deild Olsen greiðir frá, at tríggjar av teimum fýra breytunum flyta oman í miðbýin fyrst í komandi ári, tá hølini eru klár at flyta inn í.
- Vit fara at leiga eina hædd, heldur enn ein heilan bygning. Vit fara frá at leiga 3.000 fermetrar á Hjalla til 525 fermetrar í býnum. Køksbreytin, kreativa breytin og sølu- og miðlabreytin flyta oman á Tinghúsvegin. Timburbreytin skal eisin flyta, men tað verður í annað høli í býnum, sigur hann. Hon verður verandi á Sandvíkarhjalla til sáttmálin um tann bygningin gongur út.
- Tað er eingin ivi um, at tað verður gott at hava øll við tilknýti til ALS samla í sama umhvørvi, sigur Magni á Deild Olsen.











