ALS útgevur Skýrák

Næsta eintakið av blaðnum hjá ALS er júst útkomið. Henda útgáva er ætlað at kunna fólk um viðurskiftini, sum hava við ALS at gera

Fyrsta eintakið av blaðnum Skýrák kom í fjør, í sambandi við ársfundin hjá Arbeiðsloysisskipanini..

Ætlanin var annars, at blaðið bert skuldi koma út í samband við ársfundin, men av tí at hesin bert er annað hvørt ár, avgjørdi ALS at skipa eina útgávu í ár, av tí at so nógv hendir á økinum hjá teimum.

Í nýggja blaðnum eru upplýsandi tilfar og greinar um arbeiðsloysi og hvussu tað ávirkar tann einstaka.

Í oddagreinini sigur Allan Skaalum, stjóri á ALS, at tørvur er á kunning um tær ætlanir, sum stovnurin arbeiðir við, at bert ársfundirnir ikki eru nóg mikið.

Við Skýrák vil ALS siga okkum, sum eiga skipanina frá, eitt nú hvussu støðan er í dag við dagførdum hagtølum yvir arbeiðsloysið og fíggjarlig støðuna. Hvørji mál er rokkin seinasta árið, og hvørjar ætlanir eru fyri komandi árið.

Møguleiki er eisini hjá brúkararnum at at siga sína hugsan í blaðnum.

Við í blaðnum hesaferð er eisini ALS-lógin og kunngerðir.

Skýrák liggur frammi í avgreiðsluni hjá ALS.