Landsstýrið fer á fund í dag kl. 17 at viðgerða nýggju lógaruppskotini, sum til samans eru fíggjarligi hjálparpakkin hjá landsstýrinum í sambandi við korona kreppuna.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, váttar fyri Miðlahúsinum, at tey eru í ferð við at leggja seinastu hond á uppskot hansara um broyting í ALS skipanini, og at uppskotið verður klárt til landsstýrisfundin kl. 17.
Somuleiðis sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at hansara MVG uppskot og uppskotið um sjúkradagpening hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, eisini eru klár.
Á tíðindafundi hjá landsstýrinum sunnudagin varð greitt frá, at ætlanin er at broyta lógina um ALS, soleiðis at skipanin fyri fiskavirki verður galdandi fyri onnur. Tað merkir, at fólk, sum arbeiða avmarkaða tíð, fáa ein part av lønini útgoldna frá ALS.
Sonja Jógvansdóttir fanst í Degi og Viku í gjár at evstu upphæddini, ið ALS skipanin kundi gjalda út, sum í løtuni er 17.500 krónur. Stýrið fyri arbeiðsloysisskipanina hevur á fundi í dag eftir áheitum frá fakfeløgunum kortini avgjørt, at hámarkið skal hækka upp í 20.000 krónur.
Eyðfinn Jacobsen, stýrisformaður, sigur, at tilmælið er givið landsstýrinum, men tað ber ikki til hjá honum at siga, hvussu uppskotið hjá landsstýrismanninum fer at síggja út.
Men endamálið er, at ALS skal gjalda fyri ein part av mistu inntøkuni, nú nógv verða send til húsar, tí einki er at gera orsakað av koronakreppuni.
Og stuðulin skal fylgja lutfallinum í arbeiðsniðurskurðinum, sigur Eyðfinn Jacobsen.
Um vit taka eitt hugsað dømi, har ein arbeiðstakari forvinnur 30.000 krónur um mánaðin, men verður settur niður í hálva tíð, so skal arbeiðsgevarin gjalda 50 prosent av lønini, sum er 15.000 krónur um mánaðin, meðan ALS skipanin síðani skal gjalda arbeiðstakaranum 50 prosent av arbeiðsloysisstuðlinum. Um hámarkið verður hækkað, sum ALS stýrið mælir til, merkir tað, at arbeiðstakarin fær 10.000 krónur frá ALS grunninum umframt tær 15.000 frá arbeiðsgevaranum, ið gevur eina samlaða inntøku á 25.000 krónur um mánaðin.