ALS-stýrið noktar at fara niður í løn

Á stýrisfundi í gjár skuldi stýrið fyri ALS taka støðu til eitt uppskot um at lækka sína egnu samsýning 15 prosent. Uppskotið fall við einum braki.

- Í fjørsummar lækkaði hægsta útgjald til arbeiðsleys úr 20.000 krónum niður í 17.500 um mánaðin. Eisini er rættuliga greitt, at fleiri sparingar og skerjingar standa fyri framman fyri at fáa ALS fíggjarliga á rættkjøl. Tá man sparir og skerjir hjá øðrum, so haldi eg at man eigur at vísa seg sum eina fyrimynd og byrja við sær sjálvum.

Tað sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum og stýrislimur í ALS, sum átti uppskotið um at skerja samsýningina til stýrið við 15 prosentum.

Uppskotið hevði hann við sær á stýrisfund í gjár. Men tá stýrið skuldi atkvøða um uppskotið, var Eyðstein Djurhuus tann einasti, ið tók undir við tí.

- Ja, tað var bara eg, sum atkvøddi fyri tí, og tí er tað málið væl avgreitt, staðfestir Eyðstein Djurhuus.

Stýrislimir í ALS fáa 4000 krónur um mánaðin, meðan stýrisformaðurin fær 12.000 krónur um mánaðin.

Í kjalarvørrinum á gylta lógvatakinum til nú fyrrverandi stjóran fyri ALS, Ernst Jacobsen, valdu fleiri stýrislimir at taka seg aftur. Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina sær í dag soleiðis út:

Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður

Eyðstein Djurhuus

Ingeborg Vinther

Marita Rasmussen

Snorri Fjallsbak

Vár í Gong

Viberg Sørensen