Stýrið fyri ALS viðgjørdi í gjár eina áheitan frá Jóhan Dahl, landsstýrismanni í Vinnumálum, um at fremja tillagingar í arbeiðsloysisskipanini og Fiskavirkisskipanini Ein arbeiðsbólkur sat í 2003 til 2005 og gjørdi eitt álit um broytingar í ALSskipanini, og tað álitið varð latið Vinnumálaráðnum í februar 2005. Samstundis sat ein serfrøðingabólkur og gjørdi eitt álit um ALS-gjaldið.
Uppskot til broytingar í ALS-lógini sambært álitinum frá februar 2005 er enn ikki viðgjørt í løgtinginum, hóast málið er reist fleiri ferðir. Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina boðar í dag frá, at stýrið hevur tikið áheitanina frá Vinnumálaráðnum til eftirtektar og er farið í gongd við at endurskoða ALS-skipanina.
Eitt nýtt álit um broytingar í Arbeiðsloysisskipanini verður latið landsstýrismanninum í vinnumálum so skjótt tilber.
Hetta verður gjørt í tveimum, fyrst verður farið í gongd við at endurskoða Fiskavirkisskipanina og síðani Arbeiðsloysisskipanina.